Seinastu dystirnir í 21. umfari í Betrideildini hjá monnum hava verið í dag. Oddaliðið HB fekk heima í Gundadali vitjan av AB og skuldi royna at gagnnýta at nærmasti eltarin, KÍ, í gjár bara fekk eitt stig ímóti Víkingi, meðan NSÍ hevði møguleika at leggja seg á 2. plássið, skuldi tað heima í Runavík eydnast teimum at vinna á nýklaktu steypavinnarunum úr B36.
HB var við síðuna av sær sjálvum fyrstu løtuna ímóti AB. Gestirnir spældu seg til stórar møguleikar, men einki spurdist burturúr, og heldur hinvegin var tað heimaliðið, sum fótaði sær og vísti vegin til málið. Tað vóru Adrian Justinussen og Símun Samuelsen, sum løgdu HB á odda 2-0 og sendu HB á sigurskós. Í seinna hálvleiki gjørdi Bartal Wardum tað til 3-0, og hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið í Gundadali, har eftir stóð, at HB heldur fram við at byggja upp á leiðsluna í Betrideildini. Teir eru nú heili 10 stig frammanfyri KÍ.
Í Runavík høvdu bæði NSÍ og B36 møguleikar í fyrra hálvleiki, og beint undan hálvleikssteðgin var tað verjuskansin, Odmar Færø, sum hevði lirkað seg fram við og legði B36 á odda 1-0. Smáar tíggju minuttir inn í seinna hálvleik økti Hannes Agnarsson til 2-0, men eitt korter fyri leiklok skapti innskifti Øssur Dalbúð aftur spenning í dystin, tá ið hann minkaði til 2-1. B36 fekk í yvirtíðini brotsspark, men Michal Przybylski skeyt upp um. Tíðin var tó ov knøpp hjá NSÍ, sum tapti dystin 2-1 og fyri fyrstu ferð síðani summarsteðgin fór av vøllinum sum tapari.
Við Stórá í Trongisvági var ein lívlig dystarbyrjan ímillum TB/FCS/Royn og EB/Streym, sum bæði skuldu royna at vinna seg enn longri frá botnstríðnum. Stefan Radosavljevic legði heimaliðið á odda 1-0 eftir áleið 10 minuttum, men smáar fimm minuttir seinni javnaði Aksel B. Danielsen til 1-1 fyri EB/Streym. Við einum máli miðskeiðis í seinna hálvleiki syrgdi Búi Egilsson fyri, at øll trý stigini blivu verandi í Suðuroynni. TB/FCS/Royn vann nevniliga dystin 2-1 og hevur nú tikið eitt stórt lop úr botnstríðnum.
Á Skála lat heimaliðið ongan slingur vera í valsinum. Teir vunnu nevniliga heili 5-0 á 07 Vesturi, sum annars hevði fingið glið á við tveimum sigrum á rað mitt í august. Brian Jakobsen og Jákup Johansen gjørdu tvey mál í part, meðan Niels Pauli B. Danielsen setti krúnuna á verkið stutt undan leiklok.
HB – AB 3-0 (2-0)
1-0: Adrian Justinussen, 11.
2-0: Símun Samuelsen, 14.
3-0: Bartal Wardum, 69.
NSÍ – B36 1-2 (0-1)
0-1: Odmar Færø, 45.
0-2: Hannes Agnarsson, 53.
1-2: Øssur Dalbúð, 75.
TB/FCS/Royn – EB/Streymur 2-1 (1-1)
1-0: Stefan Radosavljevic, 9.
1-1: Aksel B. Danielsen, 10.
2-1: Búi Egilsson, 69.
Skála – 07 Vestur 5-0 (3-0)
1-0: Brian Jakobsen, 15.
2-0: Jákup Johansen, 41.
3-0: Brian Jakobsen, 42.
4-0: Jákup Johansen, 54.
5-0: Niels Pauli B. Danielsen, 84.
Betrideildin
1. HB, 55 stig (21 dystir)
2. KÍ, 45 stig (21 dystir)
3. NSÍ, 42 stig (21 dystir)
4. B36, 37 stig (20 dystir)
5. Víkingur, 36 stig (21 dystir)
6. Skála, 22 stig (21 dystir)
7. TB/FCS/Royn, 21 stig (21 dystir)
8. EB/Streymur, 19 stig (21 dystir)
9. 07 Vestur, 10 stig (20 dystir)
10. AB, 9 stig (21 dystir)