Tað eru tekin um, at vit fáa eina endurtøku frá 2013, tá eitt álopskent HB-lið vann FM fyri tíð á heimavølli móti TB. Vinnur HB sunnudagin á TB á Tórsvølli verður HB FM-vinnari 2020.
HB spældi í gjár javnleik 2-2 móti NSÍ, sum er í hørðum stríði við B36 og KÍ um at koma í Evropa til komandi kappingarár. Tað eru bara trý føroysk pláss í Evropa til komandi kappingarár. HB hevur kós móti Champions League, meðan KÍ hevur munin á NSÍ og B36 í stríðnum um at blíva nummar trý.
Tað er tó ikki nokk at verða nummar trý og koma í Evropa. Triðja plássið í Evropa fellur til vinnaran av Løgmanssteypinum. Triðja plássið útloysir bara pláss í Evropa, um HB vinnur steypakappingina. KÍ er úti av steypakappingini.
Í 2013 spældi HB álopskendan fótbólt og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn FM kom í hús. Tað gekk ikki heilt so væl seinastu umførini, men við 1-0 sigri á TB í 26. umfari tryggjaði HB sær FM-heitið. Málskjútti á degnum var Christian R. Mouritsen.
Sunnudagin verður 26. umfar í landskappingini og støðan er tann sama. Vinnur HB á TB er FM-heitið heima. Í 2013 fekk HB orð á seg at spæla góðan álopsfótbólt. Tað bleiv til 54 stig og 68 skotin mál. Hesa ferð hevur HB fingið 65 stig og skotið heili 76, sum er nýtt met í føroyskum fótbólti.
##ms##