HB kann taka toppin

Fyrsta uppgerðin í 9. umfari verður seinnapartin í Gundadali, har Skála vitjar

Tað er rættiliga sannlíkt, at HB seinnapartin í dag fer at taka tindin í Effo-deildini. Soleiðis verður tað, um tað fer at eydnast meistarunum at vinna fulla úrtøku í Gundadali ímóti Skála.

HB er tvey stig aftanfyri B36, og sigur í dag fer at bera toppsessin við sær í hvussu so er inntil sunnudagin, tá ið árstalsfelagið skal spæla í Runavík.

Síðsta sunnudag vann HB trivaligan og sannførandi 4-0 sigur á Svangaskarði. Næstsíðst var talan um 3-0 sigur á Argjum, og nú stendur Skála fyri tørni í Gundadali. Heðin Askham, HB venjarin, hevur alla orsøk at vera væl nøgdur:

-Serliga í 1. hálvleiki ímóti B68 spældu vit væl, staðfesti Heðin Askham eftir sigurin á Toftum, og nú er spurningurin, um tað enn eina ferð fer at eydnast at halda málið tætt.

 

 

Meðan tað rennur inn í stórum í HB stigakassan, so bíðar Skála framvegis eftir fyrsta sigrinum. Á heimavølli ímóti ÍF var tað sera tætt við, men tríggjar minuttir undan leikloki, tryggjaði Bartal Eliasen ÍF 2-2,og harvið er úrtøkan hjá Skála fýra javnleikir og fýra tap.

Talan er um leikliga framgongd, men talan verður um mest óvæntaða úrslitið higartil í ár, um tað fer at eydnast Skála at vinna stig í Gundadali í dag.

 

 

Hjá Skála er Poul N. Poulsen ikki tøkur orsaka av liðbandsskaða, og hjá HB eru Gunnar Haraldsen og Alex José dos Santos framvegis skaddir.

Fyrrapartin hevur verið nógvur lágættarvindur og áarføri. Forsøgnin sigur, at tað verður betri veður seinnapartin. Tað verður ælaveður, og sólin verður viðhvørt at síggja.

HB-Skála: Petur Reinert klokkan 15.00.

 Rás2 fer at siga frá gongdini  í Gundadali seinnapartin.