HB kann siga takk fyri seinast

Kvinnur steypafinala: Í dag hevur EBS/Skála møguleika at endurtaka finalusigurin frá í fjør

Klokkan 16.30 verður fyrsta bríksl í steypafinaluni millum EBS/Skála og HB.

Talan er um somu lið, sum í fjør spældu steypafinalu. Tað var leygardagin 25. august, og tá vann EBS/Skála 2-1.

Tað var ta ferðina, at Margunn Lindholm skoraði sigursmálið við rimmar frísparki. Upptøkan av sigursmálinum varð kend kring allan fótbóltsheimin.

Tá ið EBS/Skála skoraði sigursmálið, hevði EBS/Skála spælt við tíggju spælarum í meiri enn ein hálvan tíma. Hetta var í 71. minutti, og longu í 34. minutti varå Silja Johannesen víst av vølli, tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Milja Simonsen umsetti til mál og 1-1. Durita Hummeland hevði í sjeynda minutti lagt EBS/Skála á odda 1-0.

HB hevur í ár spælt seg í finaluna við sigri í hálvfinaluni ímóti KÍ – 2-2 í Klaksvík og 6-3 í Havn – og EBS/Skála hevur spælt seg í finaluna við sigri í hálvfinaluni ímóti B36 – 4-1 á heimavølli og 5-1 á útivølli.