Seinnapartin eru tríggir dystir í Vodafonedeildini á skránni. Tveir dystir í 16. umfari eru útsettir. Tað eru teir báðir, har tey bæði liðini, sum mikudagin skulu spæla steypafinalu, eru partar av uppgerðunum.
B68-Víkingur og EB/Streymur-AB eru útsettir til 5. august.
B68 er næstfremst, og Víkingur er á triðja plássi. Tað vil siga, at møguleiki er fyri, at HB skal økja um leiðsluna, um tað eydnast oddaliðnum at vinna heimadystin ímóti ÍF.
Ídag:
HB-ÍF: Páll Augustinussen kl. 15.00
NSÍ-B36: Lars Múller kl. 15.00
07 Vestur-KÍ: Petur Reinert kl. 15.00
Støðan eftir 15 umfør:
HB 34
B68 28
Víkingur 27
NSÍ 24
EB/Streymur 22
B36 17
AB 16
ÍF 15
KÍ 11
07 Vestur 8