Tað verður satt oddabrak í Betri deildini hjá monnum í kvøld, tá KÍ á øðrum plássi fær vitjan av HB, sum er oddalið í føroyskum fótbólti. Dysturin byrjar klokkan 18 og FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.
HB er fimm stig fremst í Betri deildini og kann við sigri taka eitt risa fet móti FM. Í 2018 vann HB FM í júst Klaksvík longu í 23. umfari tann 23. septembur. HB kann ikki vinna FM í kvøld, men við einum sigri verður HB átta stig fremst.
Soleiðis sum kappingin háttar seg í ár, so er ósannlíkt at HB setur nógv stig til, uttan í innanhýsis toppdystunum. Eftir hesa uppgerðina hava liðini bara eina innanhýsis uppgerð eftir. Hon er í 27. og seinasta umfari, tá KÍ aftur tekur móti HB í Klaksvík. Tað kann blíva ein FM-finala, men endurtekur HB bragdið frá 2018, tá liðið vann FM greitt, so verður enn ein FM-veitsla hjá HB í Klaksvík.
Gestirnir úr høvðusstaðnum eru uttan René Shaki Joensen, sum fekk eina fipurspreingin undan landsliðssteðginum, og Mikkel Frankoch, sum framvegis hevur trupulleikar við fótinum. Teir hava verið týðandi menn í spælinum hjá HB í ár, men nú er Adrian Justinussen tøkur aftur. Óiva spælir hann onkran leiklut í kvøld. Teit Jacobsen er langtíðarskaddur, meðan Jákup L. Thomsen venur við, men sum skilst, so verður hann ikki at síggja á vøllinum enn.
##med2##
Sum vit hava skrivað fyrr í dag, so hevur KÍ fingið loyvini hjá slovenska miðvallaranum, David Skrbec, og pólska málverjanum, Lukasz Jarosinski upp á pláss. Hartil er Abubakar Ibrahim Aliyu úr Nigeria eisini komin til landið, og er tøkur at spæla. Tí bendir nógv á, at hetta verður ein dystur á høgum stigi í kvøld.
Liðtíðindi - HB:
Ikki við: René Shaki Joensen (fipur), Mikkel Frankoch (fóturin), Teit Jacobsen (knæið), Jákup L. Thomsen (knæið)
1. | HB | 17 | 40 | 46 |
2. | KÍ | 17 | 38 | 41 |
3. | B36 | 16 | 29 | 37 |
4. | NSÍ | 17 | 18 | 35 |
5. | Víkingur | 18 | 10 | 32 |
6. | ÍF | 18 | -16 | 20 |
7. | EB/Streymur | 18 | -23 | 19 |
8. | TB | 18 | -16 | 10 |
9. | AB | 18 | -40 | 7 |
10. | Skála | 17 | -40 | 2 |
(Faroesoccer.com)