Verður útgangsstøðið tikið í úttalisinum hjá Øssuri Dalbúð, eftir javnleikin hjá ÍF móti KÍ í gjár, so kann HB so gott sum tryggja sær FM heitið, um teir vinna á Víkingi í dag.
HB er farið til stroks í landskappingini og ongin megnar at fylgja teimum. Undan hesum umfarinum er HB tíggju stig frammanfyri ÍF á øðrum plássi. Í gjár misti ÍF á stokkinum móti KÍ, tá Páll A. Klettskarð javnaði fyri KÍ í yvirtíðini.
Eftir dystin staðfesti Øssur Dalbúð, framherji og málskjútti fyri ÍF í gjár, at um HB vinnur í dag, so verður at kalla ógjørligt at fanga teir aftur.
- Vinnur HB í morgin, so eru tólv stig á muni. Tað er ov nógv, sigur Øssur Dalbúð við Rás2.
HB fær í dag vitjan av Víkingi, sum av álvara er komi fyri seg, eftir eina slaka fyrru hálvu. Nýggjur venjari er komin til, umframt at Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen hava kollvelt miðvøllin.
Nýggi venjarin hjá Víkingi er Sigfríður Clementsen, sum í fjør var venjari hjá HB. Sáttmálin bleiv ikki longdur, hóast HB vann seg upp á triðja pláss í evstu løtu. So helst hevur Sigfríður Clementsen okkurt, sum hann skal vísa HB í dag.
Víkingur hevur klatrað upp á sætta pláss og er bara trý stig frá bronsu heiðursmerkinum, meðan HB er níggju stig fremst. Dysturin í Gundadali byrjar klokkan 15.
Effo-deildin – 19. umfar:
HB – Víkingur: 15.00
EB/Streymur – TB: 15.00
07 Vestur – B36: 15.00
NSÍ – AB: 17.00 (Beinleiðis á Rás2)