HB-KÍ 4-2 (3-0)
1-0: Hans á Lag 2.
2-0: Andrew av Fløtum 25.
3-0: Fróði Benjaminsen 42.
4-0: Rógvi Poulsen 46.
4-1: Hjalgrím Elttør 60.
4-2: Hjalgrím Elttør br 80.
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur Jørgensen (Páll Mohr Joensen, 22.) Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam - Bjarni Jørgensen (Jóhan Eivind R. Mouritsen, 85.), Vagnur Mohr Mortensen, Fróði Benjaminsen, Milan Kulic, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum
KÍ: Jákup Mikkelsen - Sørmund Kalsø (Høgni Madsen, 37.), Jan Andreasen, Atli Danielsen, Oddmar á Lakjuni - Kristoffur Jakobsen, John Hammer, Símun Joensen, Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni - Stefan Kalsø (Todi Jónsson, 46.)
Gult kort: Jan Andreasen, John Hammer
1-0
2 min
1-0: Hans á Lag eftir horna og innfyri aftur og óvuliga vánaligt verjuspæl.
10 min
1-0
Klaksvíkingar tykjast ikki álvuligir við støðuna, meðan einki sæst til gummibein hjá HB.
Í gjár fylti Hans á Lag 35 ár. Í dag ger hann rættuliga um seg. Hans skoraði fyrsta málið, og fyri lítlari løtu síðani stýrdi hann aftur bóltin í KÍ málið, men hesa ferð bríkslaði dómarin fyri frísparki.
20 min
1-0
HB er framvegis greitt omaná. Í deyðbóltum er heimaliðið vandamikið, og bólturin hevur verið á tvørtrænum aftanfyri Jákup Mikkelsen.
24 min
1-0
At Pætur Jørgensen er farin skaddur av vøllinum ber við sær, at HB hevur umskipað liðið. Páll M. Joensen er komin inn á miðvøllin, meðan Vagnur M. Mortensen er fluttur aftur á høgra vongverja.
26 min
2-0
FM heitið nærkast hjá HB, og niðurflytingin gerst alt størri veruleiki hjá KÍ. Poul Thomas Dam legði flatt innfyri, og við nærra stólpan stýrdi Andrew av Fløtum bóltin í málið.
35 min
2-0
KÍ hevur skift Sørmund Kalsø út við Høgna Madsen, sum er komin inn á miðvøllin, meðan John Hammer er fluttur á høgra vongverja.
42 min
3-0
Fróði Benjaminsen sendir við høvdinum bóltin upp í málhornið, eftir at Rasmus Nolsøe hevur lagt fríspark innfyri.
Hálvleikur!
46 min
4-0
Á eggini til niðurflyting hevur KÍ sett Toda Jónsson á vøllin. Men í fyrsta álopinum hjá HB skorar HB til 4-0. Eftir fríspark, sum verður skjótt tikið, strýkur HB avstað, bólturin verður sendir innfyri, og Rógvi Poulsen setti hann í netið, meðan verjan svav.
60 min
4-1
Hjalgrím Elttør sendir fríspark eitt sindur til vinstru upp undir nærru samankoming og í málið. Todi Jónsson tiltuskaði sær frísparkið.
65 min
4-1
Kristoffur Jakobsen sær reytt, eftir at hann fyri aðru ferð hevur sæð gult. Hesa ferð var tað eftir at fella Fróða Benjaminsen.
Klaksvíkingar eru altso undirmannaðir, nú teir ímóti tilstundandi meistaraliðnum stríðast fyri at varðveita plássið í bestu deildini.
80 min
4-2
Hjalgrím Elttør hevur skorað fyri KÍ upp á brotsspark, so støðan nú er 4-2 til HB. Dómarin bríkslaði eftir at Hans á Lag hevði felt Hjalgrím, sum hevði sneitt seg leysan í brotsteiginum.
Liðugt!