HB jagstrar dupultsigurin

Havnarliðið vil halda fast um oddasessin, men VB hevur tó ofta argað í høvuðsstaðnum

HB er oddaliðið í landskappingini, og sum støðan er á stigatalvuni, so er heldur einki at siga til, at liðið er stórfavorittur, tá teir sunnudagin taka ímóti VB, sum ikki hevur havt eitt serliga gott kappingarár.
Eftir at ein rúgva av skaðum darvaðu liðnum fyrru kappingarhálvu, tykjast føroyameistararnir nú eisini at hava allar mans tøkar sunnudagin, og tí kann Frank Skytte stilla við sterkasta liðnum, tó at tað kanska gevur ein positivan trupulleika. Einasta fráveran í Gøtu fyri viku síðani var Andrew av Fløtum, men hann er nú tøkur aftur, og so er spurningurin, um hann eisini heldur fram við málskjótingini.

Ein trupulleiki loystur
Eitt er, at HB er favorittur, men hinvegin hevur VB ofta argað, júst í dystunum móti HB. Hesi hagtøl fingu tó eitt skot fyri bógvin, tá HB í ár vann uppgerðina í Vági, men ivaleyst vilja teir í VB leggja nógv fyri í royndunum at forða HB ein dupultsigur.
Og hjá vágbingunum er støaðn við fólki eisini heilt góð. Einasta fráveran hesaferð er Bobo, sum er leikbannaður, men hjá VB noyðist ein útlendingur kortini at sita á beinkinum hvørja ferð, so um ikki annað loysir hetta ein positivan trupulleika fyri venjaran.