HB hevur ikki so stolta søgu í altjóða fótbólti, sum HB hevur í heimligu kappingunum - landskappingini og steypakappingini, har HB hevur vunnið meiri enn nakar annar.
Í kvøld var HB í Wales fyri at verja leiðsluna frá heimadystinum. HB vann 1-0 á heimavølli. Í kvøld vann heimaliðið 2-1, og harvið var samantalt 2-2 og neyðugt við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at HB ikki fer at halda fram í kappingini.
Í brotssparkskappingini bjargaði Teitur Matras Gestsson í HB málinum eitt brotsspark, meðan Øssur M. Dalbúð sendi brotsspark í stólpan, og málverjin bjargaði, tá ið Daniel Johansen royndi seg.
-
4-2:
3-2: Áki D. Samuelsen
3-1:
2-1: Daniel Johansen misnýtir. Málverjin bjargar
2-1:
1-1: Ári Mohr Jónsson
1-0:
0-0: Øssur M. Dalbúð sendir bóltin í innaru síðu í stólpanum
0-0: Teitur Matras Gestsson bjargar
B36 er í longdari leiktíð í Gundadali, og nú er HB í longdari leiktíð í Wales. Eftir 90 minuttir er støðan 2-1 til Newtown. Tí er samantalda støðan 2-2, og nú verður gjørt klárt at fara undir longda leiktíð í góðveðrinum í Wales.
Heimaliðið var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik, men HB hevur svarað aftur. Málskjútti var Pætur J. Petersen, sum í útgangsstøðu í kvøld var ytstur framrættaður í høgru.
Newtown Wales – HB
1-0: Cowans 35.
2-0: Mwandwe 45.+1.
2-1: Pætur J. Petersen 48.
Dómari úr Eysturríki: Walter Altmann
HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Waradum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen – Heðin Hansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Pætur J. Petersen, Stefan Radosavljevic, Ári Mohr Jónsson