HB í finaluna uttan at skora mál

Í brotssparkskapping ímóti Víkingi tryggjaði HB sær finalupláss

Nú er ein løta síðani, at NSÍ við sannførandi 3-0 sigri á ÍF tryggjaði sær pláss í finaluni í fótbóltskappingini, sum seinnapartin hevur verið og er í Gundadali.

Spurningurin var, hvørjum NSÍ skuldi spæla finalu ímóti. Nú er tað greitt, at finalan verður millum HB og NSÍ.

At HB er annar parturin í finaluni er merkisvert. Í innleiðandi umfarinum spældi HB málleysar javnleikir ímóti KÍ og Skála. Tá ið dysturin millum KÍ og Skála eisini endaði málleysur, var tað neyðugt við lutakasti fyri at finna útav, hvør skuldi halda fram í hálvfinaluni. Luturin fall á HB, sum í hálvfinaluni spældi ímóti Víkingi.

 

Hálvfinalan endaði málleys, og so var neyðut við brotssparkskapping. Tá eydnaðist tað báðum liðunum at skora. HB vann 4-3. Ari Olsen misnýtti fyri HB, og hjá Víkingi vóru tað Heðin Hansen og Philip Djordjevic, sum misnýttu.

Finalan millum NSÍ og HB verður á Tórsvølli nú klokkan 17.45. Dystartíðin er ein hálvur tími.