Í løtuni hevur HB ikki sett venjaran fyri komandi kappingarár. At kalla allir spælararnir hava sáttmála, ið endar við kappingarlok í ár. Arbeitt verður við málinum, men tað er avgerandi um HB røkkur evropa luttøku.
- Vit hava boðað spælarunum frá, at vit eru sinnaðir at fara til samráðingar. Men tað ber ikki til hjá okkum, at binda felagið til meiri enn tað klárar at svara fyri. Tí er umráðandi at vita, um vit koma í Evropa ella ikki, sigur Finnbogi Arge, formaður í HB.
Í vikuni hevur ljóðað, at felagið hevur verið í samband við Sámal Erik Hentze um at taka við venjarastarvinum. Tað kennir formaðurin einki til, men vísir á, at teir eru sera væl nøgdir við Milan Cimburovic og Jan Dam.
- Tað kenni eg einki til. Eg kann siga, at vit hava verið sera fegnir um arbeiði hjá Milan og Jan. Vit trúgva upp á okkara egnu venjarar. Nú taka vit hetta árið fyrst, so taka vit tað harfrá, sigur formaðurin í HB.
HB er í løtuni í harðari kapping við KÍ um fjórða plássið, ið gevur atgongd til Evropa – og ein kekk upp á næstan tvær milliónir krónur.










