HB hvessir álopið

Toppskjúttin frá í fjør er nú aftur í HB

Nú er tað greitt, at HB toppskjúttin frá í fjør aftur fer at spæla við Havnar Bóltfelag.

Talan er um 28 ára gamla Øssur Meinhardtsson Dalbúð. Hann er komin heima av flatlondum, har hann er undir útbúgving. Seinastu dagarnar hevur hann vant við HB, og hóskvøldið varð sáttmáli undirskrivaður.

 

Hóast hann ofta ikki spældi dystirnar á tamb, so var hann í fjør toppskjútti hjá HB. Í 21 dystum í landskappingini skoraði hann trettan mál. Átta ferðir varð hann skiftur inn, og tvær ferðir varð hann skiftur út. Í steypakappingini skoraði Øssur M. Dalbúð fýra mál í fjør.

 

Í kvøld fegnast HB um, at Øssur er aftur í felagnum. Spæliloyvið hevur verið í Danmark. Tí er tað ivasamt, um Øssur verður á HB liðnum, sum í annaðkvøld fer at spæla á jóansøku ímóti Suðringum.