HB hongur væl í KÍ

Kvinnur: Hóast KÍ vann FM sannførandi, so var munurin í innanhýsis dystunum millum finalistarnar í steypakappingini ikki so stórur

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Klokkan 15 fer Áki Leitisstein Hansen at bríksla fyri fyrstu ferð í steypafinaluni millum KÍ og HB. KÍ er FM vinnari, og tær úr Klaksvík vunnu í landskappingini 15 stig fleiri enn HB, sum við 37 stigum endaði á bronsuplássinum.

 

Hóast KÍ kvinnurnar vunnu FM í stórum stíli, so hevur tað ikki bara verið lætt ímóti HB, sum endaði á triðja plássi. Úrslitini í innanhýsis dystunum í ár vóru HB – KÍ 1-2, KÍ – HB 1-1 og HB – KÍ 0-1.

 

KÍ og HB hava kappast í átta kvinnufinalum í steypakappingini. Fýra tær seinastu ferðirnar er KÍ endað omaná, og KÍ hevur vunnið fimm finalur, og HB hevur vunnið tríggjar ferðir. Seinasta ferðin, at HB vann, var í 2001, tá ið tað eftir longda leiktíð var 3-3, og HB vann brotssparkskappingina.

 

 

 

Steypavinnarar kvinnur

 

1990      HB

 

1991      B36

 

1992      Skála

 

1993      B36

 

1994      B36

 

1995      B36

 

1996      HB

 

1997      B36

 

1998      HB

 

1999      HB

 

2000      KÍ

 

2001      HB

 

2002      KÍ

 

2003      KÍ

 

2004      KÍ

 

2005      B36

 

2006      KÍ

 

2007      KÍ

 

2008      KÍ

 

2009      AB

 

2010      KÍ

 

2011      KÍ

 

2012      KÍ

 

2013      KÍ

 

2014      KÍ

 

2015      KÍ

 

2016      KÍ

 

2017      EBS/Skála

 

2018      EBS/Skála

 

2019      HB

 

2020      KÍ

 

2021      NSÍ

 

 

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo