Tað varð roknað við tættari uppgerð, tá ið Víkingur seinnapartin hevði vitjan av HB, og dagsskráin var, hvat av hesum liðunum skuldi vera fremsta liðið at bjóða KÍ av.
Gongdin og úrslitið var heilt nakað annað, enn tað kanska varð roknað við.
Víkingur vann 4-1, og tað var ein av ungu og evnaríku spælarunum, sum skoraði tvey tey fyrstu málini, og tað var royndi landsliðsspælarin Sølvi Vatnhamar, sum skoraði tvey tey seinnu málini.
12 minuttir eftir steðgin minkaði Jákup L. Thomsen, sum í 5-3-2 spælskipan saman við Adrian Justinussen var í fremstu røð, um munin til 2-1.
Hóast Víkingur inntil tá hevði verið greitt omaná, so kendist tað sum um, at spenningurin kyknaði av nýggum.
Víkingur fótaði sær, og tá ið Sølvi Vatnhamar eftir lítlari løtu skoraði tvey mál og støðan varð 4-1, var talan um eyðmýking av HB, sum í fjør tapti tríggjar ferðir ímóti Víkingi, og sum nú tapti ímóti Víkingi og harvið misti í toppstríðnum.
Dómarin legði fimm minuttir aftrat, at innskifti Øssur M. Dalbúð minkaði við stútara og eftir horna úr høgru um munin.
Úrslitið var 4-2, og tað sær frægari út hjá HB enn 4-1.
Í Víkingi stórfegnast tey um úrslitið og sigurin.
##med2##
- Hetta var fult uppiborið. Vit pressaðu teir frammarlaga, og eg hevði ikki so nógv at gera. Tað ber boð um, at vit vardu frammarlaga, og teir megnaðu ikki meiri enn tvær avleveringar, áðrenn vit aftur vóru á teimum, sigur málverjin hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð, sum í fyrra hálvleiki bjargaði brotssparki, tá ið Stefan Radosavljevic royndi seg úr ellivu metrum.
Í HB er eftirrákin ein heilt annar. Talan var um ikki so lítið av leikligum niðurtúri, og tá ið hvørki Dan í Soylu ella Pætur J. Petersen vóru á beinkinum, og tað úr HB leguni ljóðar frá misnøgd og ósemju, so er tað ikki so undarligt, at tosið um kreppu er farið at hoyrast.
##med3##
Víkingur – HB 4-2 (1-0)
1-0: Olaf Bárðarson 10.
2-0: Olaf Bárðarson 52.
2-1: Jákup L. Thomsen 57.
3-1: Sølvi Vatnhamar 72.
4-1: Sølvi Vatnhamar 74.
4-2: Øssur M. Dalbúð 92.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Ingi Jonhardsson – Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Olaf Bárðarson – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen
##med4##
Gult kort:
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr (Hanus Sørensen, 53.), Bartal Wardum, Hørður Askham, Gustav Kjeldsen, Ári Mohr Jónsson – Heðin Hansen, Stefan Radosavljevic, Áki D. Samuelsen,– Jákup L. Thomsen, Adrian Justinussen
Gult kort:
Venjari: Kim Engstrøm
##med5##
##med6##