##med2##
HB gjørdist fyrsta føroyska liðið sum hevur fingið stig móti finska liðnum, HJK Helsinki. Hetta gjørdi HB við at spæla 2-2 móti royndu finsku meistarunum, ið hava vunnið 29 meistarheiti í Finnlandi gjøgnum tíðirnar. Áður hava Víkingur og B71 tapt báðar dystirnar móti HJK Helsinki, og HB tapti fyrra dystin 0-3 í Helsinki.
Javnleikurin kemur eisini væl við í UEFA-roknskapinum hjá føroysku felagsliðunum, men teir í HB munnu uttan iva halda, at teir kundu fingið meir burturúr, serliga tá HB kom á odda 2-0. HB er fær tó ein nýggjan møguleika í Europa League. Mótstøðuliðið í komandi viku verður taparin av dystinum millum Rosenborg og Linfield.
HB - HJK Helsinki 2-2 (1-0) - HJK vinnur samanlagt 5-2.
1-0 Sebastian Pingel (18.)
2-0 Lasse Andersen (57.)
2-1 Riku Riski (59.)
2-2 Riku Riski (77.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fýra málunum og dystarendanum. Andrew av Fløtum var viðmerkjari.
2) Hoyr Andrew av Fløtum taka samanum eitt samlað góðkent avrik, har HB vann føroyskum fótbólti eitt stig.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Trónd Jensen aftaná dystin, ið iðrar seg, at liðið ikki helt fast í gongdini tá teir koma á odda 2-0.
4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson, ið staðfestir, at tað eru fleiri á HB-liðnum sum mangla evropeisku royndirnar. Tær eru so væl størri nú HB skal møta antin Linfield ella Rosenborg í Europa League.