HB hevur vunnið nógv mest

Kvinnurnar hjá KÍ hava tapt tríggjar finalur, og hóast GÍ í níti árunum vann FM fýra ferðir á rað, so vóru steypasigrarnir bara tveir

HB er annar parturin í báðum steypafinalunum í morgin. Hagtølini siga, at á mannfólkasíðuni hevur tað ligið betur fyri hjá HB í steypakappingini, enn tað hevur gjørt hjá øllum hinum feløgunum. Hjá kvinnunum hevur tað eisini roynst væl hjá HB, sjálvt um grannafelagið eigur fleiri steypasigrar.

Hjá kvinnunum hevur tað verið kappast í steypakappingini síðani 1990. HB hevur verið í finaluni fimm ferðir, og tær hava vunnið fýra ferðir. B36 hevur verið í finaluni seks ferðir, og tær hava vunnið fimm ferðir.

KÍ hevur tríggjar ferðir verið annar parturin í kvinnufinaluni, men tær hava verið vónbrotnar hvørja ferð. KÍ hevur tvær ferðir tapt í finaluni móti HB ? í 1996 og í fjør, tá HB vann eftir longda leiktíð ? og í 1997 móti B36.

Síðani tað í 1955 varð farið undir steypakappingina hjá monnum, hevur HB vunnið meiri enn annað hvørt ár. Burtursæð frá 1970 hevur finala verið á hvørjum ári. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað hava verið 44 vinnarar, og HB hevur vunnið ikki færri enn 25 ferðir.

Gøtumenn vóru meistarar øll árini frá 1993 og til 1996. Bara tað seinasta árið megnaðu teir eisini at vinna steypakappingina. Í 1997, tá B36 var meistari, endurtóku Páll Guðlaugsson og hansara menn sigurin í kappingini um løgmanssteypið. GÍ vann fyrstu ferð FM í 1983. Tá vunnu teir eisini steypakappingina.


Kvinnur 1990?1999

1990: HB

1991: B36

1992: Skáli

1993: B36

1994: B36

1995: B36

1996: HB

1997: B36 (Dagblaðssteypið til ognar)

1998: HB

1999: HB

kelda: Kappingarskipanin


Menn 1955?1999

1955: HB

1956: TB

1957: HB

1958: TB

1959: HB

1960: TB

1961: TB

1962: HB

1963: HB

1964: HB (ísafjarðarbikarið til ognar)

1965: B36

1966: KÍ

1967: KÍ

1968: HB

1969: HB

1970: eingin finala

1971: HB

1972: HB

1973: HB (1. ísafjarðarsúlan ogn hjá HB)

1974: VB

1975: HB

1976: HB

1977: TB

1978: HB

1979: HB

1980: HB (2. ísafjarðarsúlan ogn hjá HB)

1981: HB

1982: HB

1983: GÍ

1984: HB

1985: GÍ

1986: NSÍ

1987: HB

1988: HB (3. ísafjarðarsúlan ogn hjá HB)

1989: HB

1990: KÍ

1991: B36

1992: HB

1993: B71

1994: KÍ

1995: HB

1996: GÍ

1997: GÍ

1998: HB (1. løgmanssteypið ogn hjá HB)

1999: KÍ

kelda: Fótbóltsárbøkurnar 1992 til 1999e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm