Tað er stór gleði og stórur fagnaður í heimaleguni á Tórsvølli, har fýrverk gellur og brestur. HB hevur við stórum og sannførandi sigri ímóti TB tryggjað sær FM í 2020.
Mikkel Dahl legði HB á odda beinanvegin, og tað bar við sær, at talan ongantíð var um gummibein og ørkymlan millum HB spælararnar, ið síðstu umførini ikki hava verið so sannførandi, sum teir annars hava verið í ár, tá ið teir hava verið topplið í langa tíð.
Stóri maðurin hjá meistarunum í dag var Mikkel Dahl. Hann var keyptur úr Danmark í summarsteðginum, og hann staðfesti aftur í dag, at hann hevur verið ein sannur knassi. Hann skoraði fyrsta, annað og fjórða málið. Harvið hevur hann skorað 12 dystum skorað 14 mál, sum er framúr avrik og úrtøka.
Hilmar Leon Jakobsen skoraði 3-0 málið. Tá ið Jens Berthel Askou og hansara menn undan jólum fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, vóru hvørki Mikkel Dahl ella Hilmar Leon Jakobsen í hópinum. Mikkel Dahl var í Danmark, og Hilmar Leon Jakobsen stríddist við at koma fyri seg sum hondbóltsspælari, tí hann var illa darvaður av skaða í økslini.
Teitur Matras Gestsson helt aftur í dag tætt. Hetta var trettanda ferðin, at Teitur ikki fór í meskarnar eftir bóltinum. Tað sigur eisini, at meistaraliðið hevur framúr góða verju. Miðvøllurin hevur verið sannførandi, og ú øllum ketum hevur tað verið stór kapping um plássini.
Jens Berthel Askou hevur lagt nýtt støði fyri venjing, og tað bar í dag við sær, at HB vann FM so sannførandi, at tað, sum nú er eftir, er leygardagin at fara til Klaksvíkar eftir FM steypinum og gullkrónunum og síðani at seta kós eftir løgmanssteypinum.