HB hevur hagtølini við sær móti B68 í landskappingini

HB hevur hagtølini við sær móti B68 hetta kappingarárið

Klokkan 17 í morgin byrjar finalan um løgmanssteypið millum B68 og HB á Tórsvølli. 

 

Hetta verður fjórði ferð, at liðini møtast í hesum kappingarárinum.

 

Í kappingini í Betrideildini vann HB tveir sigrar, meðan B68 í tí seinasta dystinum á ovara vølli í Gundadali 30. september megnaði javnleik 3-3. Og tann dysturin gevur helst toftamonnum vónir um, at teir kunnu arga HB í steypafinaluni.

 

Málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum higartil í ár er 9-4 til HB.

 

HB-B68 4-1 (3-1) - 5. mars

 

B68-HB 0-2 (0-0) - 4. juni 

 

HB-B68 3-3 (2-2) - 30. september.

 

Kelda: FaroeSoccer