Í kvøld verður HB gestur í Sarpugerði. Víkingur hevur tjúgu, og HB hevur átjan stig.
Felsags fyri bæði liðini er, at tey verða roknað at vera millum FM avbjóðararnar. Víkingur er undan dystinum seks stig frá oddaliðnum, og HB er átta stig frá oddaliðnum.
Síðani teir í Leirvík og Gøtu í 2008 fyrstu ferð bjóðaðu seg fram við felagsliði, hava Víkingur og HB verið millum tey, sum hava vunnið mest.
Víkingur hevur vunnið FM í 2016 og 2017 og kappingina um løgmanssteypið í 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015.
HB hevur vunnið FM í 2009, 2010, 2013 og í 2018.
Víkingur og HB fara í kvøld at dystast fyri fimtandu ferð í landskappingini í Sarpugerði.
Tølini siga, at tað plagar at hilnast væl hjá HB í Gøtu. HB hevur vunnið seks ferðir, fýra ferðir er tað endað javnt, og fýra ferðir hevur Víkingur vunnið fulla úrtøku. Málmunurin í teimum fjúrtan dystunum í Sarpugerði er 21-22.
Tá ið liðini hittust í Gundadali 31. mars í ár, vann HB 3-1.
Hjá Víkingi er liðformaðurin Atli Gregersen tøkur aftur, eftir at hann tvær fær seinastu ferðirnar hevur verið leikbannaður. Adeshina Lawal er so mikið skaðadarvaður, at hann neyvan verður millum teir fyrstu ellivu.
Hjá HB er Símun Samuelsen leikbannaður, og Brynjar Hlöðversson er skaðadarvaður.
Víkingur – HB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.