ÍF-HB
Meistararnir í HB hava framvegis sjálvir møguleika at gera av, um teir skulu vinna fjórða meistaraheitið á rað. Um tað skal eydnast, so er treytin, at teir fáa fult í Fuglafirði móti ÍF, sum ikki hevur tapt í trimum teimum seinastu landskappingardystunum, og sum í 1-1 javnleikinum í Gundadali móti B36 næstsíðsta sunnudag gav HB áminning um, at teir skulu ikki rokna við at fáa nakað fyri givið í morgin.
Higartil í ár hevur HB havt takið á ÍF í landskappingini. HB og ÍF hava spælt tvær ferðir í Gundadali. Í fyrra førinum vann HB 6-0, og í seinna førinum vunnu teir 9-0. Men tað skal ikki leggjast so ógvuliga nógv í úrslitini, heldur HB liðformaðurin Rúni Nolseø, og ÍF venjarin, Petur Simonsen, er samdur við honum.
- Tað er so undarligt við sovornum. Um vit hyggja eftir úrslitunum móti teimum, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, so hava vit havt trupulleikar móti VB, meðan B36 hevur havt tað torført móti TB. Móti ÍF hava vit vunnið stórt tvær ferðir, meðan B36 hevur havt tað meiri strevið móti teimum. Men í steypakappingini vann ÍF á okkum í Gundadali. Gongdin sigur okkum undir øllum umstøðum, at vit eiga at taka avbjóðingina í morgin í størsta álvara, sigur HB liðformaðurin Rúni Nolsøe. Hann heldur, at tað hevði komið sera væl við, um tað tíðliga hevði eydnast HB at fáa mál í Fuglafirði.
Í HB eru allir spælararnir tøkir uttan Jákup á Borg, sum er leikbannaður móti ÍF.
Betri fyri nú
Í Fuglafirði er fótbóltslagið batnað nógv seinastu vikurnar. Í torføru útidystunum móti B36 og KÍ hevur tað eydnast at vinna fýra stig, og niðurflytingar hóttanin er longri burtur nú, enn hon var fyrr í heyst.
Atli Petersen og Tórður Thomsen eru farnir av landinum við skúlaflokkunum hjá sær. Teir verða tískil ikki tøkir í morgin. Poul Ennigarð hevur vant aftur saman við hinum í hesi vikuni, og Fritleif í Lambanum er heima í heystfrí.
- Tá ið vit í fyrra landskappingardystinum móti HB taptu 6-0, vóru vit leingi væl við. Vit høvdu møguleikar at leggja okkum á odda, og dysturin kendist opin, inntil teir øktu til 3-0. Men so fóru vit niður við nakkanum. Tá ið vit taptu 9-0 var talan um orduligt tap. Ta ferðina høvdu vit fimm spælarar á liðnum, sum ikki vóru vanir við 1. liðs fótbólt. Men hesa ferð kennist tað sum um, at vit eru væl fyri, og lagið er sjálvandi gott eftir at tað tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur eydnast at fáa stig, heldur Petur Simonsen, venjari hjá ÍF.
- Tað er týdningarmikið, at HB ikki sleppur framat beinanvegin. Vit skulu halda teimum burtur frá at gera mál, og so skulu vit fáa størri nyttu burtur úr møguleikunum, sum vit heilt víst fara at fáa. Tað hava vit ikki megnað móti HB í landskappingini fyrr í summar.