HB hevur tølini ímóti sær

Eftir vónbrotið fyri viku síðani vilja HB spælararnir fegnir í kvøld vísa, at tað eru fleiri knotur í teimum, men tað verður ivaleyst torført

Í kvøld skal HB í Litava royna at vinna tað aftur, sum teir mistu á heimavølli fyri viku síðani. Tað luktar av enn einum tapi og harvið endastøðini fyri altjóða luttøkuni á hesum sinni. Men tað er framvegis møguleiki fyri, at HB skal spæla seg víðari í kappingini, og so verður mótstøðuliðið mikudagin í næstu viku Celtic úr Skotlandi.
HB fór av landinum fríggjadagin, og um vikuskiftið vóru teir í Keypmannahavn, har teir vandu í Valby parkini. Nú eru teir í Kanaus í Litava, har teir skuldu venja í gjárkvøldið. Sambært heimasíðuni hjá HB, www.hb.fo, so eru allir spælararnir væl fyri.

Tølini tala
HB spælararnir vóru ógvuliga vónbrotnir síðsta mikudag. Teir kendu seg at hava havt gyltan møguleika, sum teir høvdu lorkað burtur. Í staðin fyri at nýta stóra orku til álopsspælið og ásanna, at hetta var møguleikin at leggja lunnar undir víðari luttøku, so gjørdist tað hvørki fuglur ella fiskur, og so endaði tað við 1?0 tapi og harvið ikki serliga góðum útgangsstøði undan avbjóðingini í kvøld.
Síðani 1993 hevur HB átta ferðir roynt seg í Europa Cup á útivølli, og tað hevur ikki gingið væl. Teir hava tapt hvørja ferð, og enn hevur HB ikki megnað at skjóta mál á útivølli í Europa Cup. Málmunurin í teimum átta dystunum higartil er 0?34!
Eisini tá ið tað hevur gingið hampuliga væl á heimavølli, hevur tað gingið av skriðuni á útivølli. Á Ólavsøku í 1998 var HB í Finnlandi. Frammanundan høvdu teir vunnið 2?0 á heimavølli ímóti VPS Vaasa, so vónirnar vóru ikki ongar, og tað var ikki sørt av spenningi á Ólavsøku, áðrenn tíðindini bórust úr Finnlandi. HB tapti 4?0. Árið eftir hevði HB megnað 1?1 á heimavølli, tá ið teir fóru at vitja FC Haka í Finnlandi, sum á sínum heimavølli vann 6?0.
Í kvøld hava HB spælararnir møguleika at gera vánaligum hagtølunum til skammar, og um tað skuldi eydnast at fingið mál, so verða bæði mál og málskjútti søgulig.
Tað eru tíggju dystir í fyrsta innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini á skránni í kvøld. Síðsta mikukvøld var tað bara Kanaus, sum vann á útivølli, og teir vóru einasta liðið, sum skoraði á útivølli. Millum feløgini, sum taptu á útivølli, var KR úr Reykjavík. Teir mugu kortini roknast at hava møguleika at spæla seg í næsta umfarið, tá ið Pyunik Jerevan vitjar í kvøld. Armenska høvuðsstaðarliðið vann sín heimadyst 1?0.