HB hevur svarað aftur

HB hevur skorað, so nú er støðan 1-1 í Streymnesi. Síðani steðgin hevur HB havt greiða yvirvág, og tí var málið ikki annað, enn tað varð roknað við.

Jákup á Borg streyk til baklinjuna í vinstru, og við fremra stólpan møtti Andrew av Fløtum bóltinum og setti hann í netið aftanfyri René Tórgarð.

Fyrstu minuttirnar eftir steðgin hevur HB verið leikliga greitt omaná, meðan teir í EB/Streymi hava verið merkiliga tamir.