HB hevur størstu favorittstøðuna hetta umfarið

Her eru oddsini upp á dystin HB-B68

Seinnapartin klokkan 17 byrjar dysturin í Betrideildini hjá monnum millum HB og B68 á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

HB er næstfremst í deildini við 45 stigum. B68 er nummar sjey við 14 stigum.

 

(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Liðini hava møtst á Svangaskarði tvær ferðir hetta kappingarárið. 8. april vann HB 1-0, og 28. juni vann B68 1-0.

 

Hóast jøvnu dystirnar millum B68 og HB hetta kappingarárið, so hevur HB størstu favorittstøðuna hjá altjóða veddingarfyritøkum hetta umfarið í Betrideildini.

 

Miðaloddsini upp á ein heimasigur til HB eru 1,16.

 

Miðaloddsini upp á ein javnleik eru 6,77.

 

Miðaloddsini upp a ein útisigur til B68 eru 12,06.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##