Ungu menninir Jan Martin Mortensen og Bogi Løkin syrgdu fyri, at NSÍ framvegis fylgir oddaliðnum í Vodafonedeildini.
Hetta var neyðugt, eftir at HB staðfesti sína støðu sum oddalið. Teir vunnu 3-2 á 07 Vestur í Sørvági, eftir at tað eydnaðist heimaliðnum at koma aftur í aftur í tveimum umførum.
Fróði Benjaminsen legði HB á odda í fyrra hálvleiki, men Milan Pejcic javnaði.
Í seinna hálvleiki stútaði Fróði Benjaminsen HB framum aftur, men eisini hesaferð megnaði 07 Vestur at svara aftur, tá Tór-Ingar Akselsen javnaði.
Men HB helt áfram at trýsta, og tað eydnaðist eisini Milan Kuljic at skora til 3-2.
Í Gundadali eydnaðist tað B68 at vinna 2-0 á B36. Óli Olsen og Ndende syrgdu fyri óvæntaða sigrinum.
Klokkan 17.00 byrjaðu tveir dystir. Rás2 sendir frá dystinum á Argjum og hevur fólk við í Klaksvík, og annars ber til at fylgja gongdini í dystunum báðum her á Portalinum.