HB hevur stóra virðing fyri Skála

Alexandur Johansen heldur munin millum Skála og HB higartil í ár hava verið royndirnar og ikki so nógv styrkin í fótbóltsspælinum

Upptakt

Í kvøld klokkan 18.30 verður fyrsta bríkslið í 2004 landskappingini. Skála tekur ímóti meistarunum úr HB. Í hølunum á havnarmonnunum er eitt upptøkulið hjá TV2. Ørindini hjá teimum í Føroyum eru at fylgja Heine Fernandez, nú hann er givin í superliguni og er vorðin venjari í Føroyum. Um tað verður mett út frá steypakappingini, so verður Fernendez í HB álopinum í kvøld.
Liðformaðurin hjá HB, Rúni Nolsøe, sigur seg hava stóra virðing fyri mótstøðumonnunum:
- Eingin dystur er lættur og als ikki teir á útivølli. Vit hava spælt tvær ferðir ímóti Skála, og ikki minst í Gundadali næstsíðsta vikuskifti vórðu vit mintir á, at tað skal ansast eftir teimum.
Ta ferðina vann HB 3-2, eftir at Skála hevði verið frammanfyri 2-1, inntil tað bara restaði ein lítil løta.
- Ímóti VB vunnu vit leygardagin 6-0. Munurin millum tann dystin og so tann ímóti Skála var tann, at vit ímóti VB fingu mál burtur úr møguleikunum. Ímóti Skála høvdu vit fleiri møguleikar, men vit misnýttu nógvar møguleikar, staðfestir Rúni Nolsøe.
Martin Christensen er tøkur aftur, eftir at hann hevur ligið sjúkur. Bárður Johannesen fer ikki at verja HB málið nógvu tær fyrstu vikurnar, Hans á Lag er eisini langtíðar skaddur, og tað er ivasamt, um Símun Eliasen, sum er skaddur í hondini, verður førur fyri at spæla. Ímóti VB vóru Vagnur Mohr Mortensen og Rasmus Nolsøe í miðverjuni.

Royndirnar á muni
Eins og allir hinir á Skála vónar Alexandur Johansen, at úrtøkan fer at verða størri nógvu tey fyrstu umførini, enn hon hevur verið tey fyrstu árini í bestu deildini. Hann ásannar, at tað er stór avbjóðing at fáa meistararnar á vitjan í fyrsta umfarinum. Men samstundis heldur hann ikki uppgávuna vera heilt ómøguliga.
- Tá ið vit taptu 3-2 í Gundadali, høvdu teir fleiri møguleikar beinanvegn. Men so fingu vit høvdið fyri okkum, og vit høvdu takið á miðvøllinum stóran part av tíðini. At vit ikki megnaðu at halda tørn um 2-1 leiðsluna, haldi eg hevur við rutinuna at gera. HB eigur nógvar spælarar við drúgvum royndum. Hóast teir flestu okkara hava spælt í bestu deildini í tvey ár, so haldi eg, at tað fyrst og fremst eru royndirnar, sum eru á muni millum teir og okkum.
Á Skála er stór kapping um málverjuplássið. Igor Bjarni Kostic er komin úr Íslandi at verja málið. Men unglingaspælarin Heini Kristiansen hevur givið honum so stóra kapping, at Johan Nielsen hevur bíðað inntil í kvøld at gera av, hvør skal verja málið. Igor var sannur brandur í Gundadali, men á Eiði leyardagin var Heini aftur í málinum. Hann hevði ikki spælt seg av, og venjarin gav honum nýggjan møguleika. Eugen Voda, sum hevur verið málverji, er nú venjari hjá hinum báðum.
Iulian Florescu og Nenad Stankovic sótu smáskaddir uttanfyri, og Alexandur Johansen hevur verið plágaður av, at annar fóturin hevur fingið snudd. Roknað verður við, at teir allir tríggir verða á Skála liðnum í kvøld.
Rúni Rasmussen, sum higartil í ár hevur spælt við NSÍ, vandi mánakvøldið fyrstu ferð við Skála.