HB hevur saðlað um

Favorittarnir í HB tykjast ikki at vera nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki í Sarpugerði, har støðan framvegis er 0-0. HB venjarin, Rúni Nolsøe, hevur eftir steðgin gjørt tvær útskiftingar. Milan Kuljic hevur á miðvøllinum loyst Ólav í Ólavsstovu av, og Rasmus Nolsøe er nú á vongverjanum í vinstru, har Poul Thomas Dam var í 1. hálvleiki.

Eftir steðgin hevur HB víst meiri tyngd í gjøgnumbrotum í síðunum, men einki mál er komið tíggju teir fyrstu minuttirnar av 2. hálvleiki.