Tað er heilt nógv á skránni hjá greipuvinnarunum í HB. Nú hava teir fokus á landskappingardystinum ímóti 07 Vestur, sum verður klokkan 16 í dag, og tá ið tann dysturin verður av, verður fokus flutt frá 07 Vestur og Gundadali og til Ísrael og Maccabi Haifa. Hóskvøldið klokkan 18 skal HB spæla á útivølli í Conference League.
HB skal altso á flog fyrst í vikuni, og avrikini og úrslitini seinastu tíðina hava boðað frá, at HB er flúgvandi.
Kevin Schindler hevur av álvara blást lív í aftur, og nú er dagsskráin í landskappingini at vinna seg alt nærri KÍ, sum HB skal spæla tvær ferðir ímóti í Gundadali. Nær tað verður er ikki víst. Ólavsøkudysturin varð útsettur, tí HB var upptikið í Montenegro, har tað endaði við 2-0 sigri, og hvussu nógv HB verður upptikið næstu vikurnar og kanska mánaðirnar valdast um, hvussu tað fer at laga seg á útivølli og so á heimavølli ímóti ísraelska liðnum.
Tað er stór kapping um plássini á HB liðnum, og ivaleyst fer tað at síggjast á uppstillingini seinnapartin, at Kevin Schindler disponerar við atliti til uppgávuna hósdagin.
Hjá 07 Vestur var tað stórt vónbrot á heimavølli at missa á stokkinum ímóti EB/Streymi, sum skoraði sigursmálið í evstu løtu. Tað er kapping um plássini á liðnum, og hjá Magnus Powell er dagsskráin at sleppa burtur frá hóttanini av niðurflyting.
HB er á triðja plássi við 30 stigum ella 11 færri enn toppliðið KÍ. HB hevur spælt 14 dystir ella ein færri enn toppliðið. 07 Vestur hevur 11 stig fyri 15 dystir.
HB – 07 Vestur: Aron Sofus Vest kl. 16.00.