HB hevur motivatiónstrupulleikar

Stigamissirnir móti liðum í tyngra endanum hava verið dýrir hjá HB, sum nú er í vanda fyri at detta fullkomuliga úr gulldystinum

Fótbóltur

 

- Tú skuldi trúð, at vit høvdu lært lektiuna eftir tap á heimavølli móti B71 og GÍ. Men veruleikin er, at vit gera akkurát sama mistak hesaferð. Sjálvandi velja vit ikki tilvitað at undirmeta mótstøðuna, men eg fái illa mótmælt, tá tosað verður um, at vit hava ein motivatiónstrupulleika.

Somikið avgjørdur var HB-liðformaðurin, Jákup á Borg, tá hann skuldi gera viðmerking til stigamissin á Argjum sunnudagin.

- Ti vit koma ongan tíð ígongd. Vit skora skjótt, júst eftir ætlan, men so sovna vit fullkomuliga. Kanska vakna vit nakað, tá AB javnar, men eftir at vit koma upp á 2-1, so hendir einki. Púrt einki!

Í AB-leguni verður tosað nógv um stríðsviljan, sum liðið sýndi sunnudagin, men heldur ikki hetta metir Jákup vera nakra umbering fyri teirra viðkomandi.

- Eg skal ikki taka nakað frá AB, men teir vístu millum lítið og einki. Vit forera teimum fyrsta málið, og við 2-2 er talan um vantandi uppbakning í verjuspælinum hjá okkum. Teir spældu einvíst langar bóltar niðan til Súna Fríða, men teir vórðu ongan tíð serliga vandamiklir. Tað keðiliga er bara, at tað vóru vit heldur ikki. Vit fáa onkrar vandastøður, tá vit trýsta nógv móti endanum, men hesar vóru mest við deyðbóltar. Veruliga til møguleikar komu vit ikki.

Jákup var ikki á vøllinum seinastu løtuna av dystinum, tí hann hevur ein lítlan skaða at dragast við. Men hann vónar at verða tøkur til komandi umfarið, tá EB/Streymur kemur á vitjan í Gundadali.

- Tað er ein dystur, sum vit skulu vinna. Gera vit ikki tað, so er liðugt hjá okkum. Longri enn tað er søgan í veruleikanum ikki. So kunnu fólk tosa um, at vit hava besta hópin, og at vit eiga at vinna hvørjaferð. Her og nú er tað bara tann eini dysturin, sum telur, sigur altso Jákup á Borg.