HB hevur møguleika at seta tingini upp á pláss

Tølini siga, at B36, sum í kvøld fer at hava Sabala í álopinum, leingi hevur ligið undir í grannauppgerðunum

Í kvøld verður lok lagt á annað umfar í bestu landskappingini. B36 eigur heimavøll, og HB verður á heimavøllinum í Gundadali. Fyrsta bríksl verður klokkan 18, og Alex Troleis verður dómari.

 

Søgur hava í fjølmiðlunum verið um turbolens í HB leguni, men Dalbor Savic er framvegis venjari, og í kvøld hevur HB góðan møguleika at seta tingini upp á pláss og við sigri staðfesta, at HB framvegis er væl fyri og millum favorittarnar at vera við í FM stríðnum.

 

Í fyrsta umfari vann HB 4-1 á heimavølli ímóti B68, og tað var merkisvert, at tað vóru fýra ymiskir málskjúttir, og at tríggir av nýggju monnunum – Mathias Præst Nielsen, Mikkel Dahl og Mads Borchers – skoraðu, og at Jákup L. Thomsen, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, skoraði.

 

Mikkel Dahl, sum í 2021 var toppskjútti í føroysku kappingini og við 27 málum setti málmet er greiður:

 

-Hóast tað eru nógvir nýggir spælarar í felagnum, so er talan um góðan hóp. Eg haldi, at vit kunnu bjóða KÍ av í ár, tí vit hava støðið til tað. Og við álopssinnaðum fótbólti skulu Mads Borchers og eg nokk finna meskarnar, segði Mikkel Dahl í síðstu viku í samrøðu við Sigurjón Einarsson í Dimmalætting.

 

Í HB leguni verður sagt, at møguleiki er fyri, at miðverjarnir Bartal Wardum og Samuel Chukwudi vera á vøllinum í kvøld. Hørður H. Askham er framvegis skaddur.

 

B36 hevur ikki vunnið á grannunum síðani 7. apríl í 2019. Eisini ta ferðina var Alex Troleis dómari. Merkisvert er tað, at bara tveir spælarar eru í B36, sum fyri fýra árum síðani vóru millum teir fyrstu ellivu – liðformaðurin Andrias H. Eriksen og miðvallarin Eli Falkvard Nielsen. Andrass Johansen varð skiftur inn tveir minuttir undan leikloki.

 

Í kvøld er nýggi B36 álopsspælarin Valerijs Sabala tøkur, nú loyvini eru komin upp á pláss, og Hannes Agnarsson er tøkur aftur, eftir at hann í fyrsta umfari var skaddur. Michal Przybylski er skaddur, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við Andrassi Johansen og Símun Sólheim, sum hava drigist við skaða í ávikavíst knænum og tumlinum.

 

Í fyrsta umfari gekk tað sum eftir ánni hjá B36, sum vann 3-0 á útivølli ímóti Víkingi.