Nú munnu teir skjótt fara at mø_ast av hvørjum ø_rum. Ta_ eru fótbóltsspælararnir í HB og EB/Streymi, sum ta_ ver_ur hugsa_ um. Hesi bæ_i li_ini vóru saman í bólkaumfarinum. Tá vann HB 3?2 á heimavølli og 2?0 á Mølini á Ei_i. Sí_sta sunnudag hittust HB og EB/Streymur aftur. Tá enda_i landskappingardysturin á Ei_i málleysur.
Ta fer_ina spældi EB/Streymur í ein tíma vi_ tíggju monnum. Pacek var_ rikin av vøllinum, tí hann hev_i n_tt ney_bremsuna. Tí er hann leikbanna_ur leygardagin.
Trupulleikin í mi_verjuni hjá EB/Streymi kann gerast uppaftur størri av, at Fró_i Clementsen er ivasamur. Orsaka av ska_a í beininm vandi hann ikki fyrrapartin av vikuni. Á Ei_i vóna_u teir, at Fró_i kortini fór at ver_a tøkur leygardagin.
EB/Streymur rakk fjór_ingsfinaluni í steypakappingini í fjør.Higartil hava teir ongantí_ veri_ í hálvfinaluni.
HB hevur vunni_ steypakappingina fleiri fer_ir enn øll hini feløgini til saman. Sí_ani ta_ í 1955 var_ fari_ undir kappingina um Ísafjar_arbikari_, hevur HB ongantí_ bí_a_ so leingi eftir steypasigri, sum teir hava gjørt hesa fer_. Í 1998 vann HB fyrsta Løgmanssteypi_ til ognar. Sí_ani tá hava teir tapt finalur ímóti GÍ í 2000 og NSÍ í 2002. Ta_ vil vi_ ø_rum or_um siga, at HB enn ongan lut eigur í Løgmanssteypinum, sum ta_ hevur veri_ spælt um sí_ani í 1999.
Hjá HB er sama fólki_ tókt, sum var á Ei_i sunnudagin. Ta fer_ina hev_i spælandi venjarin, Heine Fernandez, gjørt av, at hann ikki skuldi vera millum teir fyrstu ellivu.
Suni Johansen fer at døma millum HB og EB/Streym í Gundadali seinnapartin leygardagin.