HB hevur lagt seg á odda

Eftir at tað gekk ógvuliga striltið hjá HB fyrsta stóra tíman er nú glið komið á. Eftir lítlari løtu hevur HB skorað tvey mál, og nú er støðan 2-1.

Eftir at Milan Kuljic hevðí javnað gingu tað tríggir minuttir, áðrenn HB legði seg framum.

Í 68. minutti sneiddi Christian Høgni Jacobsen seg leysan av tveimum vágbingum, og so setti hann bóltin framvið Vlada Filipovic og í netið.