HB hevur lagt seg framum

Tað hevur verið dramatittur í Gundadali fyrstu lítlu løtuna. Eftir fimm minuttir sendi B71 bóltin í HB málið eftir hornasparksinnlegg.

Dómarin kolldømdi málið, og HB fór í snarálop. Andrew av Fløtum legði innfyri úr høgru, og Hendrik Rubeksen stýrdi við handara stólpan bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen.