Hóast B71 byrjaði seinna hálvleik væl, so hevur tað nú eydnast HB at økja um leiðsluna. Málið skeyt Jákup á Borg, sum tamdi eitt innlegg úr vinstru, og skeyt bóltin í yvirliggjaran og í netið.
Seks minuttir inn í seinna hálvleik varð Eirikur Poulsen hjá B71 útvístur, eftir hann fekk sítt seinna gula kort fyri at brúka munn ímóti dómaranum.