Fyrr í ár hevur B36 vunnið ímóti bæði KÍ og Víkingi. Í kvøld var møguleikin hjá Dan Brimsvík at fáa bilbukt við tað síðsta av stóru liðunum, sum B36 ikki hevur vunnið ímóti, síðani Dan Brimsvík tók við sum B36 venjari.
Men heldur ikki í kvøld eydnaðist tað B36 og Dan Brimsvík at vinna ímóti HB.
Í góðveðrinum í Gundadali, har tað vóru nógvir áskoðarar, vann HB 2-0. Hálvleiksstøðan var 0-0.
Leingi var tað nógv tómgongd. So fekk HB í seinna hálvleiki tak á spælinum, og so hevði HB eina løtu yvirvág, og tá eydnaðist tað Mads Borchers við handara stólpa og við høvdinum at senda bóltin í B36 málið eftir fínt innlegg úr høgru. B36 royndi at spenna álopsbogan, men tað var HB, sum svaraði aftur og økti til 2-0 eftir fínt kontraálop.
Tað restaði eitt korter, tá ið Mads Borchers setti hol á eftir innlegg frá Áka D. Samuelsen, og tað restaðu seks minuttir, tá ið Áki D. Samuelsen økti um munin. Tá var tað Mads Borchers, sum átti innleggið, og talan var um fínt skot úr eitt sindur spískum í høgru.
Jákup Martin Joensen hevur nú staðið á odda fyri HB liðnum í trimum dystum, og tað er eydnast HB og honum at vinna allar dystirnar.
Síðsta korterið vann B36 seg til nógvar góðar støður og royndir ímóti HB málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið. Tað boðar frá, at B36 í løtuni ikki eigur málslúk av tí slagnum, sum HB eigur í Mads Borchers og Mikkel Dahl.
Vegurin út í Europa sær út til at vera ógvuliga breiður hjá HB.











