HB hevur kært KÍ

Niðurflytingarstríðið í 1. deild hjá monnum er ikki av enn. HB hevur nevnliga kært dystin, sum teir taptu í Klaksvík um vikuskiftið

Við 4-2 sigri á HB syrgdu teir næstbestu hjá KÍ fyri, at teir framvegis eru partur av 1. deild, meðan HB hinvegin noyðist eina deild niður víð sínum eykaliði.

 

Les eisini: Samandráttur frá dystinum umrødda dystinum (Kykmyndir)

 

Nú er tó greitt, at HB hevur kært dystin. Tað váttar Tummas Lervig, formaður í KÍ, fyri Norðlýsinum. HB vísir til regluna um upp- og niðurflyting millum deildir. Her er staðfest, at spælari kann ikki flyta niður í lægri deild at spæla, tá komið er til triða seinasta umfarið. Og í HB meta tey, at Atli Danielsen ikki lýkur treytirnar fyri hesum, nú hann fyri fyrstu ferð tók eina hond í hjá næst besta KÍ-liðnum, eftir at Atli annars tók ein steðg frá fótbóltinum í summar.

 

KÍ-formaðurin sigur við Norðlýsið, at teir eru vísir í, at kæran ikki fær nakrar avleiðingar. Hann vísir nevnliga á, at Atli Danielsen hevur spælt við 3. deild hjá KÍ, síðani hann í summar tók steðg frá besta liðnum. Tí førir KÍ fram, at Atli flutti eina deild upp at spæla um vikuskiftið, og at hetta ikki er nakar trupulleiki sambært reglunum.