Dysturin í aðru deild millum Skála og HB varð leiktur fyri góðum tveimum vikum síðani, men er dysturin ikki liðugur á pappírinum.
Sum kunnugt ? og sum tað eisini framgongur aðra staðni á síðuni ? so kærdi Skála nýtsluna av tveimum leikarum hjá HB.
Kappingarnevndin hjá FSF gav Skála viðhald í kæruni, og dømdi HB at tapa dystin. Í HB halda tey seg tó hava handlað í góðari trúgv, og tískil er avgerðin hjá kappingarnevndini nú kærd til dómsnevndina.










