HB hevur javnað í Gundadali

So hevur HB javnað í Gundadali. B36 hevði annars verið við yvirlutan størsta partin av dystinum, men síðstu løtuna hevur HB trýst fyri at fáa útjavnandi málið.

 

Tá góðir 10 minuttir vóru eftir at leika, breyt Christian Høgni Jacobsen ígjøgnum í síðuni. Hann sendi bóltin innfyri málið, og eftir eitt sindur av trunkaspæli gjørdist Rógvi Jacobsen púra leysur og sendi bóltin í opna málið til javnleik 1-1.