Lagið er so gott í HB leguni, sum tað ikki hevur verið leingi. Ellivu ferðir á rað er HB farið av vøllinum við úrtøku. Liðið hevur ikki tapt síðani í fyrsta umfari, sum var 11. mars.
Síðani annað umfar er úrtøkan átta sigrar og ein javnleikur í landskappingini og tveir sigrar í steypakappingini. Samlaði málmunurin er 30-4!
Fyri stórari viku síðani var HB í trongum skóm í Gøtu, men við tveimum framúr fríspørkum syrgdi Adrian Justinussen fyri málunum, ið bótu fulla úrtøku við sær.
-Hetta eyka vápnið hjá Adrian er fantastiskt at hava, serliga tá ið spælið ikki hongur nóg væl saman. Allir dystir eru torførir, og vit hava fyrireikað okkum væl til avbjóðingina ímóti EB/Streymi ídag, sigur Rasmus Nolsøe, hjálparvenjari hjá HB.
Klokkan 18 eigur HB heimavøll ímóti EB/Streymi. Tá ið liðini í fjórða umfari hittust í Hólmanum á Eiði, vann HB 1-0. Einasti málskjútti ta ferðina var Símun Samuelsen, sum miðskeiðis í seinna hálvleiki umsetti brotsspark til mál.
Sebastian Pingel er skaddur. Símun Samuelsen er tøkur aftur, eftir at hann í stórsigrinum ímóti Skála var leikbannaður.
Sjey ferðir á rað er EB/Streymur farið av vøllinum uttan sigur í landskappingini, umframt at liðið ikki longur er partur av steypakappingini. Úrtøkan í teimum sjey dystunum í landskappingini er tríggir javnleikir.
-Tað positiva er, at vit mynda møguleikar, men stóri trupulleikin er, at vit ikki vinna úrtøku, og so kostar tað, tá ið mótstøðuliðið skorar. Vit ætlaðu ikki at hyggja niðureftir, men støðutalvan sigur, at tað nú er neyðugt bæði at hyggja niðureftir og inneftir, sigur veteranurin Hans Pauli Samuelsen.
Miðverjin Oddur Á. Højgaard er leikbannaður.