HB hevur fingur við í spælinum

Um HB vinnur stig í Runavík, so kann B36 longu í dag vinna FM

HB ferðalagið ger seg til at fara úr Gundadali og til Runavíkar. Undan kappingarbyrjan varð HB roknað at vera FM favorittur. Undan summarsteðginum var NSÍ topplið og harvið fremsta boðið upp á at vinna meistaraheitið.

Nú er tað B36, sum er á gáttini at vinna FM. Um HB vinnur stig í Runavík í dag, og um B36 ger sítt, so fara teir í HB at vera eygnavitni til FM róm og gleði, tá ið teir í kvøld koma aftur í Gundadal.

 

Nú snýr kappingin hjá NSÍ seg um at varðveita silvurplássið og at taka við møguleikanum at spæla um FM, um tað skuldi víst seg, at B36 kiksar. Hjá HB snýr kappingin seg um at varðveita fjórða plássið og harvið møguleikan næsta summar at luttaka í europeisku kappingini.

-Tað eru átta stig fram til B36, og tað eru tólv stig eftir at spæla um. Vit fokusera á okkara avbjóðingar, og sjálvandi fylgja vit við í, hvussu tað gongur hjá B36. Nú fáa vit vitjan av HB, og tað verður stór avbjóðing, sigur liðformaðurin á U-21 landsliðnum, Haraldur R. Højgaard, sum saman við fleiri liðfeløgum hevur verið burtur frá venjingum.

Árni Frederiksberg, sum í dag er leikbannaður, Pól Jóhannus Justinussen og Klæmint A. Olsen hava verið upptiknir av A-landsliðnum, og umframt Harald R. Højgaard hevur Hákun Edmundsson verið burtur frá venjing orsaka av U-21 landsliðnum. Andras Frederiksberg er skaddur.

 

Í HB var tað stórt vónbrot, at tað fyri tveimum vikum síðani ikki eydnaðist at vinna á B36.

-Teir øktu til 2-0 dygst undan steðginum. Vit minkaðu um munin, tá ið ein tími var farin, og eg eri væl nøgdur við, at spælararnir vístu góðan hugburð í 2. hálvleiki, tá ið vit stríddust fyri at javna. Tíverri eydnaðist tað ikki, men vit hava arbeitt væl undir venjingunum, og vit fara til Runavíkar við vón um, at tað skal eydnast at vinna, sigur HB venjarin Milan Cimburovic.

Mannfallið í HB er stórt: Pál Mohr Joensen, Arnbjørn Hansen og Andrew Av Fløtum eru skaddir, og tað er ivasamt, um Jóhan Troest Davidsen og Poul Ingason vera førir fyri at spæla.  

HB plagdi at vera felagið, sum átti flestu landsliðsspælararnar. Soleiðis er tað ikki longur. Teitur Matras Gestsson og Fróði Benjaminsen hava verið  í Finnlandi við A-landsliðnum og Bartal Wardum við U-21 landsliðnum.