HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jákup Ludvig Thomsen. Hann verður alment presenteraður seinni í dag. Jákup L. Thomsen hevur verið í FC Midtjylland í sjey ár, men hevur eisini verið útleigaður til Thisted og FH í Íslandi. Hann hevur verið partur av føroyska U21 og A-landsliðnum.
Hann er í løtuni í endurvenjing, eftir at krossbandið slitnaði í juli mánaði í fjør. Hann vónaði tá at koma fyri seg skjótari, men í vetur bleiv greit at tað fór at taka longri tíð. Jákup Ludvig Thomsen er uppvaksin í HB.
HB hevur síðani kappingarendað leitað eftir einum áleypara. Ari Mohr Olsen er farin av landinum, meðan Sebastian Pingel er farin til B36. HB hevur fyrr í ár fingið Teit Jacobsen heim úr Sønderjyske, sum er í somu støðu sum Jákup L. Thomsen. Teir hava havt álvarsamar skaðar, men v enda nú heim til barndómsfelagið fyri at koma fyri seg.










