HB hevur í fýra dagar vunnið 13 – 1

Í kvøld eydnaðist tað Adriani Justinussen at fáa glið á málskjótingina, tá ið hann og Dan í Soylu vóru tvífaldir málskjúttar

Málmaskinan hjá HB snúrar við fullari ferð. Í kvøld var tað ikki fyrr enn í seinna hálvleiki á Tórsvølli ímóti ÍF, at maskinan kom í rætta lagið, og so gekk tað skjótt. HB vann 5-1. Tað vil siga, at síðani sunnudagin hevur HB í 180 mittum skorað 13 mál, og tað er bara eitt farið ígjøgnum. Eftir fimm umfør er HB næstfremst. HB hevur 10 stig, og tað eru fimm stig fram til KÍ. At tað hesar báðar síðstu ferðirnar er eydnast at skora so nógv mál ber við sær, at nú er málmunurin hjá HB ikki so nógv lakari, enn hann er hjá KÍ. Málmunurin hjá KÍ er +15, og hjá HB er hann +14.

HB hevði bólt væl meiri enn gestirnir, og HB hevði nógvar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, meðan ÍF hevði ein góðan møguleika, tá ið Uros Stojanov var um at skora.

Hørður Askham og Adrian Justinussen løgdu í handavend eftir steðgin HB framum 2-0, og tá ið Dan í Soylu tólv minuttir eftir steðgin økti til 3-0, var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða.

HB hevði nógvar møguleikar at økja um leiðsluna, men tað var 17 ára gamli Emil Weihe Joensen, sum fyri stuttum flutti úr B36 og til ÍF, sum minkaði um munin. Hann var undan steðginum komin á vøllin fyri liðformannin Karl Løkin, sum noyddist skaddur av vøllinum. Sjálvandi var tað óheppið fyri ÍF, at Karl noyddist av vøllinum, men avloysarin, Emil Weihe Joensen, skoraði fyri fyrstu ferð, síðani hann kom til Fuglafirðar.

Innskifti Michal Przybylski átti uppleggið, tá ið Dan í Soylu økti til 4-1, Mikkel Dahl økti til 5-1, og Adrian Justinussen setti punktum, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti til 6-1

Adrian Justinussen skoraði í fyrsta umfari, tá ið HB á heimavølli vann 5-2 ímóti NSÍ. Síðani hevur verið turkur inntil í kvøld. Nú er stórskjúttin aftur í gamla lagnum.

Hjá ÍF var tað saknur í leikbannaða royna miðverjanum Jens Joensen, Filip Djordjevic var á beinkinum alla tíðina, og og tá ið so Karl Løkin noyddist av vøllinum var tað meiri, enn liðið í seinna hálvleiki kundi megna.