HB hevur eitt B36 kompleks

Staðfestingin kom eftir 77 minuttir. HB verjan roynur at rudda burtur. Bólturin gongur høvd av høvdi hjá HB verjuni, áðrenn bólturin dettur fyri føturnar á hvítkladda klaksvíkinginum við 23-talinum á rygginum. Við høgra beini sendir Hjalgrím Elttør bóltin við kós ímóti handara málhorni og sekundi eftir er hvíti parturin av Gundadali á gosi. B36 hevur enn eina ferð vunnið á grannanum fyri norðan

B36 hevur av álvara sett seg á Havnina, tá tað kemur til at spæla grannauppgerðir ímóti HB. Tað er eftir hondini fleiri ár síðani HB vann á grannunum fyri sunnan. Veðrið var av tí allarbesta tá leikararnir koma á vøllin, men tað er synd at siga tað sama um fótbóltsspælið í fyrra hálvleiki. Tað var einki minni enn eitt satt vónbrot av eini grannauppgerð, sum B36 og HB spældu teir fyrstu 45 minuttirnar. Tað var ilt at síggja, at HB eltir NSÍ oddinum og at B36 hoyrir heima omanfyri 8. plássi, sum teir fingu í fjør.
- Tað ljóðar sum ein klishe, men tað var umráðandi fyri okkum, at vit standa væl á vøllinum í fyrra hálvleiki. Tað gjørdu vit og HB hevur tríggjar vandamiklar framherjar og tað eydnaðist okkum at fáa teir úr spælinum. Tað er lítið vit síggja til Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen og Rógva Poulsen, so tað eydnaðist væl. Sum tíðin gekk, so fingu vit meira tak á dystinum, so tað formaði seg væl fyri okkum, sigur Sigfríður Clementsen

Betri seinni hálvleikur
Seinni hálvleikur byrjaði betri og bæði liðini høvdu onkrar vandamiklar møguleikar. Fyri B36 var Stig-Roar Søbstad um at gerast leysur í fimm metrinum, men Tórður Thomsen vardi væl fyri í HB málinum. Fyri HB hevði Rógvi Poulsen tvær góðar skot royndir, men fyrru ferðina stóð ein HB-ari í vegin og seinnu ferðina var tað Jóan Pauli Jacobsen, ið bjargaði í B36 málinum.
- Í seinna hálvleiki fara vit longur fram á vøllin. Vit trýsta HB’arnar, so teir ikki fáa sett spælið líka lætt í gongd. HB skal helst vinna dystin í dag, tí teir skulu renna aftaná NSÍ og tí opna teir dystin tíðliga í seinna hálvleiki. Tað passaði okkum væl og vit fingu eitt nú Hjalgrím Elttør og Christian Mouritsen í fleiri góðar støður, sigur Sigfríður Clementsen.

Manglandi hugflog í HB spælinum
B36 var nærri við at koma uppá 2-0 enn HB var at javna. HB spælið tókist læst og bar brá av manglandi hugflogi. Miðjan hjá HB við Kára Nielsen, Milan Kuljic og Fróða Benjaminsen hevði torført við at skapa nakað, meðan Rógvi Poulsen og Símun Samuelsen í hvørsínum borið høvdu trupulleikar við at koma framvið B36 verjuni. HB gjørdi eina roynd við at skifta Rókur av Fløtum Jespersen og Levi Hanssen inn, men tað nyttar lítið, tá Andrew av Fløtum og Símin Samuelsen fara hinvegin.
- Eg haldi at vit vóru tað betra liðið í dag. Vit vóru grammari og tað er uppiborið at vit vinna. Tá tað so er sagt, so var tað bara eitt mál, ið skilti liðini og málið kom seint, so tað var ein tættur dystur, sigur Sigfríður Clementsen.

Gera einki øðrvísi
Gera tey í B36 nakað øðrvísi tá talan er um grannauppgerðina ímóti HB, tá teir nú hava so gott tak á teimum?
- Uppgerðin um Havnina er nakað heilt serligt og tá eru leikararnir eyka uppsettir, men vit gera sum so einki øðrvísi til hendan dystin, sigur Sigfríður Clementsen.

- Trupult at vera venjari hjá B36
Tað er ikki bara ein dansur á rósum at vera venjari hjá B36 fyri tíðina. Tað ásannaði Sigfríður eftir dystin.
- Tað er trupult at vera venjari hjá B36 í løtuni. Liðið skal byggjast upp av nýggjum eftir fíggjarliga niðurtúrin í fjør, men tað krevur eisini at tað er ein plan við tí, sum verður gjørt. Eg eri eitt nú venjari hjá B36 í ár, men eg veit ikki um eg verið venjari komandi ár. Tað haldi eg eri ein trupuleiki, tí ein ikki veit hvat hendir næst. Felagið er í eini “tricky” støðu, tí fleiri leikarar gevast møguliga tá kappingini er liðug og so standa vit eftir við eini tíggju leikarum. So skulu vit aftur til at byggja upp, so støðan er torfør í B36 í løtuni, men felagið hevur stórar møguleikar, sigur Sigfríður Clementsen.
Stutt undan summarferiuni gingu søgur um, at Sigfríður Cle­m­en­t­­sen varð koyrdur sum venjari hjá B36. Hóast fleiri keldur hjá Sosialinum vildu vera við, at tað var hald í søguni, so er Sigfríður fram­vegis venjari hjá B36.
- Tá slíkar søgur koma út, tá er tað sum regul okkurt um tað og tað øðiliga keðiligt. Tað er týdn­ing­ar­mikið, at nevndin er loyal og at eg veit hvat eg arbeiði við. Uppá tann mát­an er tað irriterandi við søguni, sigur Sigfríður Clementsen.
Tað er langt síðani at HB hev­ur spælt ein góðan dyst ímóti grann­unum og tað gjørdu teir heldur ikki í gjár. Tað var ein tættur dystur, har B36 setti enn meira lív í mytina um eitt B36 kompleks í HB-húsinum.