HB hevur einki at tapa

Meistararnir, sum avrika við sera stórum sjálvsáliti, hava bara tapt einaferð í ár

Tølini siga, at heimaliðið er stórfavorittur, tá ið meistararnir í Víkingi seinnapartin fáa vitjan av HB. Víkingur hevur 35 stig við málmuninum 40-16.

HB hevur vunnið 21 stig við málmuninum 22-18.

Víkingur hevur vunnið tríggjar tær seinastu ferðirnar. Einasta tapið higartil var 18. juni, tá ið NSÍ fór úr Sarpugerði við 2-1 sigri.

 

Eftir trilvandi avrik og fleiri vónbrot var tað uppreisn hjá HB, tá ið tað við góðum hugburði á ólavsøku eydnaðist at vinna 2-1 ímóti favorittunum í KÍ.

-Vit hava einki at tapa ímóti toppliðunum, og vit ætla at halda fram við hugburðinum, sum vit vístu ímóti KÍ, sigur HB veteranurin Símun Samuelsen.

Síðani sigur á ólavsøku eru loyvini hjá Aleksandar Stankov komin upp á pláss. Harvið verður hann saman við Øssuri Dalbúð, sum skoraði fyrra málið ímóti KÍ, í fremstu røð hjá HB ídag.

 

Tá ið Víkingur undan ólavsøku vann tryggan 3-0 sigur á útivølli ímóti Suðringum, var talan um sera profesionelt avrik.

-Vit duga væl at taka av møguleikunum, sum vit fáa, og tað hongur væl saman hjá okkum sigur Víkinga miðvallarin Heðin Hansen. Fyrr í hesum kappingarárinum umboðaði hann HB.

Ein annar av mótstøðumonnunum hjá HB í dag er Fróði Benjaminsen, sum nógvu tey undanfarnu árini var álitið á HB liðnum.

Tá ið HB í sætta umfari hevði vitjan av Víkingi var úrslitið 2-2.

Hjá Víkingi er Andreas Lava Olsen langtíðarskaddur. Sorin Anghel og Gert Hansen hava seinastu vikurnar verið skaðadarvaðir.

Hjá HB eru allir spælararnir tøkir.