HB hevur ein lítlan fyrimun til seinna dystin

(Frá Rás2) Hoyr liðskiparan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði við liðskiparan hjá HB, Jóhan Troest Davidsen aftaná HB hevði spælt javnleik 1-1 í tí fyrru hálvfinaluni um løgmanssteypið, sum var á útivølli í kvøld.

 

Tað merkir, at HB hevur ein lítlan fyrimun við einum útivallarmálli. Jóhan Troest Davidsen heldur, at nú ræður um at verða taktiskur til seinnu hálvfinaluna. Ikki loypa framav, og samstundis verja tað ein hevur.

 

Jóhan Troest Davidsen kundi staðfesta ein rættiliga góðan stemning í umklæðingarrúminum aftaná enn ein javnleik ímóti B36, men hesaferð við einum útivallarmáli í einari fyrru hálvfinalu.