HB hevur bíðað leingi

Fótbóltspulsurin í høvuðsstaðnum pumpar títtur í løtuni. Klokkan 15 tørna grannarnir í Gundadali saman. Tað er sjálvsagt týdningarmest av øllum at vinna tey trý stigini, men í báðum legunum verður váttað, at tað kennist serliga søtt at vinna á grannunum og serliga beiskt at tapa lokaluppgerðina.

Seinastu ferðirnar hevur B36 verið omaná. 27. mars hittust havnarfeløgini í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið, og tá varpaði B36 grannarnar úr steypakappingini.

Í fjør varð HB meistari við 55 stigum. B36 endaði á 8. plássi við 28 stigum. Men hóast stigamunurin var 27, so megnaði HB ikki at vinna á B36. Tvær ferðir endaði tað 2-2, og eina ferð vann B36 1-0. Síðsti HB sigurin á grannunum var 19. oktober 2008, tá ið HB í 26. umfari við 3-0 sigri tryggjaði sær silvurmerkini fyri nøsini á júst B36.

Hjá B36 er miðverjin Dimitrij Jankovic tøkur aftur eftir leikbannið hóskvøldið. Ingi Højsted og Símun Joensen eru skaddir. Hjá HB hevur Poul Thomas Dam verið skaddur síðani tíðliga í vár. Andrew av Fløtum hevur verið nógv saknaður, og hann og Kári Nielsen eru ivasamir.