Fótbóltur
Skaðalistin hjá Skála taldi bæði Paula G. Hansen og Alexandur Johansen, tá teir sunnudagin høvdu vitjan av HB. Tí var ikki løgið, at útgangsstøðið hjá heimaliðnum var nakað væl varligari, enn vit so ofta hava sæð tað áður.
Við einum tætt fólkaðum miðvølli varð roynt at tippa uppspælið hjá HB, fyri síðani at skapa nakað við kontra-bóltum, og tað var eisini um reppið, at hetta gav øll trý stigini.
Fyrstu løtuna trýsti HB annars óført ímóti vindinum, meðan Skála hevði ilt við at fóta sær, men brádliga stóð kortini 1-0 á talvuni. HB hevði annars júst havt eina sera vandamikla roynd, tá Vlada Filipovic fantom-bjargaði roynd frá Róki av Fløtum Jespersen, men so gekk skjótt hinvegin.
Bólturin varð sendur fram í høgru, har Jónhard Frederiksberg smoygdi sær avstað, tá Ramsus Nolsøe fullkomuliga seldi seg í roynd at tackla. Jónhard gjørdi skjótt av og sendi ein neyvan bólt innfyri, og har kom Teitur R. Joensen við fullari ferð og stútaði sítt fyrsta Formula-mál í kassan.
Og so betraðust fortreytirnar hjá Skála fyri kontrabólti enn meira. Teir løgdu seg sera djúpt á vøllinum, og góvu HB mest sum allan vøllin at spæla á, og fyri tað nógva eydnaðist eisini at halda gestunum frá opnum møguleikum. Og enntá var Skála nær við at økja, tá Jónhard varð tacklaður í skotløtuni.
Rasmus bjargingarmaður
Seinna hálvleik fekk HB vindin undan, og tendensurin, sum hevði verið, gjørdist nú bara enn sjónligari. Í longum løtum var Skála als ikki í nær námind málinum hjá HB, men tað tóktist tó skula verða ein av teimum døgunum, tá einki vildi bera til hjá havnarliðnum. Og ikki minst mundu teir iðra seg um, at Páll M. Joensen fekk eitt mál kolldømt við einum sera ivasamamum off-side dómi.
At Skála misti Jónhard Frederiksberg, tóktist gera størri mun, enn at HB misti Kára Nielsen, tí eftir hetta var spælstøðin í kontraskipanini hjá Skála púrasta burtur, og so hvørt sum minuttirnir gingur, gjørdist trýstið á Skála bara størri og størri. Framvegis uttan teir heilt opnu møguleikarnar, men ein rúgva av deyðbóltum og trongdum støðum í brotsteiginum myndaðu seinastu trý korterini.
Og bara tríggjar minuttirnar áðrenn vanliga tíðin var farin, brast fyri nev hjá HB. Skála hevði júst mist Levi Hanssen, tá hesin heldur óneyðugt bjargaði sær næsta gula kortið í dystinum. Intensa trýstið gav eina røð av hornaspørkum, og við eitt av hesum stóð Rasmus púra óvardur við handara stólpa og við einum róligum fluktara sendi hann bóltin í meskarnar.
Høvdu tørv á øllum
Málið var ikki meira, enn HB hevði uppiborið, men tað skerst ikki burtur, at vónbrotið hjá Skála var stórt, nú sigurin glapp teimum av hondum.
Somikið størri var frøin hjá HB, tá útjavningin kom til høldar, men tað skerst tó ikki burtur, at tað fyri báðar partar ráddi um at fáa øll trý stigini, um haldast skuldi fast í fremru liðunum. Tann parturin av ætlanini miseydnaðist, men mikukvøldið hevur HB so enn ein møguleika at gera ein vørr í so máta. Hetta tá teir fara í holt við fyrstu av trimum grannauppgerðum móti B36.
Skála skal ikki ígongd aftur, fyrr enn teir um eina viku fara á vitjan á Eiði.