HB her, HB der…

Landskappingin 2010 endaði, sum hon so ofta hevur gjørt tað fyrr: HB er føroyameistari! Høvuðsstaðarfelagið eigur so at siga øll met í vunnum meistaraheitum hjá monnum, og sigurstraditiónirnar eru sera sterkar

Klumma

Í føroyskum fótbólti er tað óivað upp á sama máta, sum tað er í fótbólti aðrastaðni, at øll elska at hata tey størstu. Í so máta má Havnar Bóltfelag sigast at vera í einum ávísum hatursvanda, tí hóast tað tók felagnum 51 ár, áðrenn fyrsta meistaraheitið kom í hús, hevur tað stórt sæð ikki helmað í síðani. Leygardagin var tað meistaraheiti nummar 21, ið fingið varð til høldar, og tað í sjálvum sær sker út í papp, at HB er felagið, øll onnur mugu finna seg í at renna aftaná. Taka vit so eisini steypakappingina uppí, verður HB-dominansurin í føroyskum mansfótbólti uppaftur greiðari, tí har hevur HB ikki vunnið færri enn 26 ferðir. So tað kann vera, at onkur heldur, at HB er bara ov nógv av tí góða!

At HB aftur endaði ovast hetta kappingarárið, hevur helst fleiri orsøkir. Men ein sterk orsøk er uttan iva, at HB hevði størstu og sterkastu breiddina, tí fór ein maður út, bar aloftast til at seta ein líka góðan inn. Tað hevur nógv at siga eitt langt kappingarár, sum hjá HB hevur fevnt um 29 dystir, líka frá Stórsteypadystinum í vár til seinasta landskappingardystin leygardagin. Hartil koma so teir báðir europeisku dystirnir í summar, so manningin hjá HB hevur verið ígjøgnum tilsamans 31 dystir, ið allir – á hvør sín hátt – mugu sigast at hava verið krevjandi. Og hóast tað hevur gingið bæði upp og niður á vegnum, so hevði HB enn eina ferð tað allarsíðsta, ið kravdist, tá tað veruliga ráddi um at vinna. Tað munaði so mikið væl, at gullið í ár endaði á sama stað, sum tað gjørdi í fjør.

Leingi lá NSÍ sera væl fyri, men har var tað kanska júst breiddin, ið ikki strekti til. Tá onkur maður mátti sita uttanfyri ein dyst ella tveir, vóru ikki líka góðir spælarar at seta inn, og tí kom nógv at liggja á teimum somu ígjøgnum alt árið. Ímóti endanum var spælið slitið og rustað, og tí bar ikki allan vegin á mál hesa ferð. EB/Streymur gjørdi ein ordans vørr ímóti endanum, tá stóra breiddin har endiliga kom til sín rætt, men tað var bara ov seint. Har vóru tað nokk serliga teir nógvu javnleikirnir – ein í triðjahvørjum dysti – ið kostaðu so nógv, at EB/Streymur í ár »bara« bleiv steypavinnari.

Samstundis sum vit ynskja HB tillukku við gullinum, EB/Streymi við silvurinum og NSÍ við bronsuni, takka vit AB og FC Suðuroy fyri hesa ferð. Tey bóru ikki boð í bý, men máttu taka til takkar við teimum báðum aftastu plássunum í Vodafonedeildini, sum komandi ár sigur vælafturkomin til 07 Vestur og KÍ, sum hava verið niðri í 1. deild og vent eitt kappingarár. Um framtíðina er torført at spáa, men tað skuldi verið løgið, fingu suðuroyarfeløgini ikki nú gongd á nakrar realitetssamráðingar, so øll oyggin kundi staðið saman um eitt lið. Oyggin eigur sjálvandi at vera við heilt har frammi, men tað krevur samstarv, tí tey mongu seinnu árini hava víst, at gongan har suðuri snøgt sagt ikki er nóg stór til at ganga í tveimum!