HB heldur tørn

Meistararnir úr HB tykjast hava sett fulla ferð á skútuna, sum nú hevur beina kós móti gullinum

Fótbóltur

Tað gongur við fullari ferð hjá HB í royndunum at vinna næsta FM-heitið á rað. Sunnudagin vitjaðu meistararnir á Skála, sum bert hevði ein sigur í sínum fyrstu ellivu dystum at vísa á, og her megnaði HB at liva upp til heitið sum favorittur.

Nýtt undirlag
Á nýggja vøllinum á Skála vóru tað teir á oddaliðnum, sum høvdu nógv betri tamarhald á spælinum. Kanska var tað nýggja undirlagið, sum órógvaði, men í øllum førum sást sera lítið til kvika spælið, sum liðið í løtum hevur leikt, uttan at hetta tó hevur kastað tey heilt stóru úrslitini av sær.
Hjá HB gekst kanska heldur ikki so væl at spæla seg fram til teir stóru møguleikarnar, men teir høvdu fyri tað mesta tamarhald á støðuni, og við tryggleikanum hjá einum vinnaraliði í bakhøvdinum royndu teir fyri tað mesta at koyra bóltin runt, í vissuni um, at møguleikararnir eisini skuldu koma.
Og tað komu teir so eisini. Rógvi Jacobsen, sum tykist hava fingið fastan lut í álopspartinum hjá HB var hægstur, tá Tór-Ingar Akselsen sendi innfyri, og við høvdinum stýrdi hann niður í svørðin og í meskarnar.
Og so var HB á rættari kós. Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki høvdu teir fult tamarhald á, og mest sum beint eftir at teir komu út til seinna hálvleik, høvdu teir økt um munin. Hesa ferð var talan um deyðbóltsstøðu í høgru, og tá bólturin varð sendir inn í brotsteigin var Hans á Lag hægstur.

Rógvi á toppinum
Og so var tann dysturin liðugur. At Skála slapp at hava bóltin meira eftir hetta førdi ikki við sær, at teir gjørdust searliga vandamiklir, og heldur var tað tann vegin, at gestirnir vóru nær við at økja, tá teir kontraðu niðaneftir vøllinum.
Júst hetta at eksplodera niðan eftir vøllinum er nakað, sum hevur verið ein av stóru styrkjunum hjá HB í ár, og tó at kviki Karsten From ikki longur er á liðnum, so tykist hetta vápnið als ikki at hava tikið skaða. Kanska heldur hinvegin, so hevur liðið nú eisini fingið aðrar streingir at spæla uppá, tí við Rógvi uppi á toppinum er liðið vorðið munandi meira vandamikið í loftspælinum, eins og tað í trýstum støðum so avgjørt er ein fyrimunur at hava ein álopsmann við fysisku styrkini hjá Rógva.
Og tað var eisini luftspælið hjá honum, sum førdi til 3-0 málið. Hesa ferð kom uppspælið úr vinstru, haðandi Rúni Nolsøe sendi innfyri. Í fyrstu atløgu fekk málverjin vart fyri stútaranum frá Rógva, men Andrew var skjótur at senda returin í kassan, og harvið ota seg enn longur upp á máltindinum.

Reytt/svart bjartskygni
At Skála í evstu løtu fekk minkað um munin við einum vøkrum máli frá Sveini Justinussen, mundi bøta lítið um støðuna hjá liðnum.
Teir eru framvegis avbyrgdir á aftasta sessinum við trimum stigum. Fimm færri enn vágamenn á níggjunda plássinum. Enn er niðurflytingin ikki veruleiki, og eftir flotta endaspurtin í fjør skulu tey flestu nokk vara seg við at senda liðið niður upp á forhond, men tað er einki at ivast í, at tað stendur nógv á. Komandi dystin skulu teir til Havnar, har B36 tekur ímóti, og á pappírinum er tað so heldur ikki ein dystur, har Skála hevur stórvegis møguleikar.
Men tað er í løtuni HB, sum tað mesta snýr seg um. Meistararnir frá í fjør tykjast hava funnið gullspælið fram í júst røttu løtuni, og við fýra stigum niður til næstu sessirnar tykist liðið í løtuni at liggja heilt væl fyri. Kanska kann ein ábending um endaligu støðuna koma um tvær vikur, tá HB vitjar í Gøtu. Tað var júst her, at botnurin undir endaspurtinum ? og harvið gullmerkjunum ? varð lagdur í fjør, og verður talan enn einaferð um ein sigur í Sarpisgerði, man vera trupult at finna ein reyð/svartan havnarmann, sum ikki gongur við ætlanum um eina veitslu, ta´kappingin endar tann 5. oktober.

Skála-HB 1-3 (0-1)
0-1: Rógvi Jacobsen, 20
0-2: Hans á Lag, 50
0-3: Andrew av Fløtum, 70
1-3: Sveinur Justinussen, 90

Skála: Eugen Voda ? Marius Joensen, Ronnie Hansen, Dusan Jaic, Julian Florescu ? Hanus Thorleifsson, Pauli Hansen, Sveinur Justinussen ? Bogi Gregersen, Arnhold Berg, Alexandur Johansen

HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Hallur Danielsen ? Rúni Nolsøe, Martin Christensen, Nico Dugaro? Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum