HB heldur høvdið høgt

Við tryggum 2-0 sigri á útivølli í kvøld hevur HB endurvunnið oddasessin

12. umfar er av, og HB er aftur topplið.

Í kvøld vann HB 2-0 á útivølli ímóti EB/Streymi. Bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

Sigurin er merkisverdur, tí HB hevur eina rúgvu av spælarum á skaðalistanum, og í kvøld vóru fleiri millum teir fyrstu ellivu, sum frá kappingarbyrjan ikki vórðu roknaðir at eiga tann leiklutin, sum teir nú eiga.

Steinur varð lagdur oman á byrðu í 26. minutti, tá ið Bartal Wardum, sum síðani korona hevur verið álit í verjuni, noyddist av vøllinum, og Heðin Hansen, sum leingi hevur verið skaddur, loysti av.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði miðvallarin Mathias Nygaard HB á odda 1-0. Í hesum førinum var Rói Zachariassen sera lítið sannførandi, tá ið hann eftir innlegg úr vinstri misti bóltin inn við nærra stólpa.

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, var tað landsliðsspælarin í hondbólti, Hilmar Leon Jakobsen, sum økti til 1-0. Tá átti Mathias Nygaard uppleggið. eftir horna frá Daniel Johansen og nýtt innlegg.

Tølini siga, at HB sigurin var rættiliga sannførandi. HB vann seg fram til 13 hornaspørk, og EB/Streymur hevði trý hornaspørk. HB hevði átta royndir ímóti EB/Streyma málinum, meðan heimaliðið onga roynd hevði ímóti málinum hjá HB.

-Tað er hugburðurin, sum er so framúr. Vit stríðast og leggja ógvuliga nógv fyri. Spælarar, sum ikki hava átt sovornan leiklut áður, hava víst rættilga stóra ábyrgd, og soleiðis var tað aftur í kvøld. Tá ið vit hyggja aftur á tey fyrstu 12 umførini, so var tað bara í Runavík, at vit ikki vístu hugburðin og avrikið, sum vit ynskja at krevja av okkum sjálvum. Besta fyrireikingin til næsta dyst, sum verður á ólavsøku, er, at spælararnir nú fáa høvi at halda frí í nakrar dagar. sigur HB venjarin Jens Berthel Askou.

Úrslitið í kvøld ber við sær, at HB er topplið við 31 stigum – tvey stig frammanfyri NSÍ.

Ólavsøkuaftan skal HB spæla í Gundadali ímóti TB, og 27. juli skal EB/Streymur spæla grannauppgerð á Skála.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

 

EB/Streymur – HB 0-2 (0-2)

0-1: Mathias Nygaard

0-2: Hilmar Leon Jakobsen

Dómari: Eiler Rasmussen 

 

HB121011301031
NSÍ1292127629
B3612912391528
12822321726
Víkingur12624211620
ÍF12615162219
EB/Streymur122196227
TB121387166
AB120488334
Skála1201117361

 

22. juli

AB - KÍ

NSÍ - Skála

23. juli

HB - B36

27. juli

NSÍ - KÍ

Skála - EB/Streymur

AB - ÍF

28. juli

HB - TB

29. juli

B36 - Víkingur